Mismunur í sambandi við uppsøgn og barsil

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Barsil
Ásetingar: § 6, stk.4, 5
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Ólavur Ellefsen, Guðrið Joensen, Niels Winther, Lív Patursson, Fróði Jacobsen
Mál:
Ár: 2017
Avgerðardagur: 10.august 2017

Lýsing: Ein kvinna misti starvið, meðan hon var í barsli og varð flutt í annað starv, tá hon kom aftur úr barsli. Uml. eitt ár seinri varð hon uppsøgd ein mánaið, áðrenn hon aftur skuldi í barsil. Kvinnan kærdi til Javnstøðunevndina, tí hon metti, at uppsøgnin var grundað á barslið.

Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Mismunur vegna barsil, Endurgjald

Niðurstøða: Javnstøðunevndin gav ikki kæraranum viðhald í kæruni, tí nevndin metir, at arbeiðsplássið hevur lyft próvbyrðuna um, at uppøgnin ikki var grundað á barsil.