Kæra um mismun í sambandi við sjúkramelding undir barsli

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Barsil
Ásetingar: Javnstøðulógin §§ 1, 2, 3, stk 1, § 9, stk. 1, Barsilsskipanarlógin §§ 9, 12, 13, stk. 1, Starvsmannalógin § 5
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Annika Sølvará, Guðrið Joensen, Fróði Jacobsen, Lív Patursson, Niels Winther
Mál
Ár: 2017
Avgerðardagur: 23. mai 2017

Lýsing: Ein kvinna metti seg hava verið fyri órætti í sambandi við sjúkramelding undir barsli. Sambært starvssáttmála hennara hevur hon rætt til løn í 24 vikur tilsamans í sambandi við barsil.  Samstundis hevur hon sambært starvsmannalógini rætt til løn undir sjúku. Henda rætt misti kærarin, tá hon varð sjúkrameldað 6 vikur áðrenn termin. Avleiðingin varð, at sjúkrameldingin tók av teimum vikunum, hon sambært starvsáttmálanum eigur at fáa løn fyri.

Kærarin metir, at kvinnur, sum eru starvskvinnur og hava rætt til løn undir sjúku, eru fyri órætti, tá tær í sambandi við viðgongu verða sjúkrameldaðar og ikki fáa løn undir sjúku, men hinvegin útgjald úr Barsilsskipanini, sum kann vera munandi lægri enn lønin, samstundis sum tær missa eftirlønaruppsparing. Sostatt er ein kvinna verri stillað av at vera sjúkrameldað, tí hon er við barn, enn um hon t.d. hevði brotið beinið ella annað. Hetta er sambært kæraranum diskriminerandi móti kvinnum.

Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Barsil, Graviditetur

Niðurstøða: Kæran kundi ikki gangast beinleiðis gangast á møti. Fakfelagið hjá kærandi, Fíggjarmálaráðið og arbeiðsgevari hennara eru samd um, hvussu reglurnar skulu tulkast. Tað merkir í hesum føri, at um kvinna, ið er við barn, verður óarbeiðsfør vegna viðgongu, sum í fyrsta lagi kann vera 8 vikur undan termin, telja hesar vikurnar við í teimum 24 vikunum. Er kvinnan hinvegin vorðin óarbeiðsfør av øðrum orsøkum, telur tað ikki við í teimum 24 vikunum, og kvinnan fær tá "løn undir sjúku". Men nevndin mælti kæraranum til at taka samband við fakfelag sítt og/ella Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og heita á hesi um at umhugsa at royna málið í Fasta Ger ðarætti, og í ø ðrum lagi at heita á partarnar um at taka henda spurningin upp í sambandi vi ð  sáttmálasamráðingar. Javnstøðunevndin er til rei ðar at stu ðla kæraranum principielt í at fáa roynt spurningin um møguliga diskriminatión við  Fasta Gerðarætt.