Tá ið Javnstøðunevndin viðger eina klagu, verður klagan send til hoyringar. Bæði tey, ið eru klagað, til dømis leiðslan á einum arbeiðsplássi, og klagari fáa alt innkomið tilfar í málinum til hoyringar.

Tá ið Javnstøðunevndin metir, at málið er nóg væl lýst og búgvið til støðutakan, tekur nevndin avgerð í málinum grundað á tilmæli frá løgfrøðingi hjá Javnstøðunevndini.

Hvørja avgerð kann Javnstøðunevndin taka?

Javnstøðunevndin kann koma til ta niðurstøðu, at grundarlag ikki er hjá Javnstøðunevndini at taka avgerð. Í slíkum førum verður klagan avvíst.

Eisini kann Javnstøðunevndin koma til ta niðurstøðu, at klagari ikki fær viðhald, og tá ger Javnstøðunevndin ikki meira við málið.

Um Javnstøðunevndin gevur klagara viðhald, skal nevndin senda áheitan til klagaða um at fáa lógarbrotið rættað.

Um hetta ikki hendir, kann Javnstøðunevndin:

  • heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru

  • mæla til, at klagari, sum hevur fingið viðhald, fær fría rættargongd til eitt rættarmál

  • sjálv leggja málið fyri rættin

  • um talan er um almennan myndugleika ella stovn, at heita á viðkomandi, sum hevur ábyrgdina, um at áleggja stovninum at broyta avgerð ella framferðarhátt

Til ber at nærlesa galdandi mannagongdir og treytir í Leiðbeiningini um viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini, dagfest 11. januar 2023.