5 stuttfilmar um javnstøðu

Javnstøðunevndin hevur gjørt 5 stuttfilmar, sum viðgera javnstøðu sædda úr ymiskum sjónarhornum.

Bert 5% av barnsburðarpeninginum verður goldin til pápar. Hvat leggur tú í tíni børn
Triði hvør drongur 16 - 19 ár í Føroyum heldur, at kvinnur skulu ikki arbeiða úti á arbeiðsmarknaðinum. Hvat leggur tú í tíni børn
Annar hvør drongur 16-19 ár í Føroyum heldur, at menn eru betri leiðarar enn kvinnur. Hvat leggur tú í tíni børn?
Áttanda hvør genta 16 - 19 ár í Føroyum heldur, at kvinnur skulu ikki arbeiða á arbeiðsmarknaðinum. Hvat leggur tú í tíni børn?
Annar hvør drongur 16 - 19 ár í Føroyum heldur ikki, at kvinnur og menn skulu hava líkarætt.