Hvat halda føroyingar um javnstøðu?
Nýggj javnstøðukanning frá 2023, sum Fróðskaparsetur Føroyar og Lóður hava gjørt fyri javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið.
kanning um pensjón (2013)
Í desember 2013 gjørdi Gallup eina kanning fyri Javnstøðunevndina um pensjóns- og ognarviðurskifti.
Sambært kanningini hava nógv sera lítið innlit í síni pensjóns/ognarviðurskfiti, og tað stendur verri tilhjá kvinnunum enn hjá monnunum.
Kanning um barsil (2013)
Í august 2013 gjørdi Gallup eina kanning fyri Javnstøðunevndina um hugburð til ymisk viðurskifti í sambandi við barsil. Kanningin vísir, at pápar fáa sera lítlan ágóða av barslinum.
Kanning um javnstøðu millum kvinnur og menn (2011)
Spurnakanning millum 522 fólk um hugburð til javnstøðu (november-desember 2011)
kanning Javnstøðunevndin & Demokratia (2007)
Spurnakanning millum 517 fólk um kunnleika og hugburð til javnstøðu (januar-februar 2007).
kanning um javnstøðu í heiminum (2004)
Gallup Føroyar gjørdi í 2004 eina kanning av javnstøðu í heiminum fyri Javnstøðunevndina. 657 fólk vórðu spurd við telefonkanning í november-desember 2004.
Viðmerkingar til kanningina
Gallup 2004: Børnini eru felags
Gallup 2004: Fólk eru røsk at hjálpa gomlum
Gallup 2004: Javnari arbeiðsbýti í Grønlandi
Gallup 2004: Javnstøðan best á morgni
Gallup 2004: Kann enda við hjúnaskilnaði
Gallup 2004: Klæðini eru øki kvinnunar
Gallup 2004: Kvinnan ger av hvar skápið skal standa
Gallup 2004: Maðurin fær til vega - kvinnan tekur upp
Kvinnur og vælferð í Útnorði (2010)
Ein kanning av vælferðaravbjóðingum í Útnorðri. Tað er Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen, sum hevur staðið fyri føroyska partinum av kanningini.
Útgivið hevur TemaNord 2010.
Donsk kanning um ung og útbúgvingarval (2010)
Center for Ungdomsforskning í Danmar hevur +i 2010 givið út eitt evnisrit um ungfólk, kyn og útbúgving.
Gentur fáa hægri próvtal enn dreingir í fólka- og miðnámsskúlunum. Fleiri gentur enn dreingir taka miðnámsskúlaútbúgving og hægri útbúgving, og útbúgvingarstigið hjá gentum er yvirhøvur hægri enn hjá dreingjum. Í restbólkinum, sum fevnir um tey við ongari útbúgving, eru fleiri dreingir enn gentur.
Kynsleiklutir í føroyskum lesibókum 1. til 3. flokk (2010)
Marna Jacobsen hevur gjørt hesa kanning fyri Javnstøðunevndina. Kanningin er eisini útgivin sum bóklingur og fæst við at venda sær til Javnstøðunevndina.
Lønarkanning (2009)
Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? Hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum og monnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Hesir spurningar verða svaraðir í lønarkanningini, sum Javnstøðunevndin hevur tikið stig til, og Hagstova Føroya hevur gjørt.
Rekruttering af færoyske kommunepolitikere (2005)
Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem gjørdu í 2005 eina kanning av, hvussu føroyskir kommunupolitikarar verða rekrutteraðir. Kanningin varð givin út við Høgskolen i Molde