Umráðandi er at fyrireika framtíðinda í góðari tíð. Kvinnur arbeiða í stóran mun niðursetta tíð og í lágløntum størvum, eru longur í barsli og forvinna í miðal munandi minni enn menn.

Tískil verða pensjónsuppsparingarnar eisini lægri. Haraftrat liva kvinnur í miðal nøkur ár longur enn menn.

Hetta merkir stóran fíggjarligan skeivleika millum kynini á ellisárum. Umráðandi er at fyrireika framtíðina í góðari tíð og á best møguligan hátt fyribyrgja fátækradømi - til gagns fyri alt samfelagið.

Kanningar

Livikor hjá fólkapensionistum

Fróðskaparsetrið gjørdi í samstarvi við Almannastovuna í 2010 eina kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum 67 ár og eldri. Kanningin er ein telefonspurnakanning, har 485 fólk eru spurd um útbúgving, arbeiði, bústað, heilsustøðu, sosialt netverk, frítíð, fíggjarviðurskifti og nøgdsemi.

 

Kanning um pensjónsviðurskifti

Javnstøðunevndin bílegði í 2013 eina Gallup-kanning um, hvussu tilvitað fólk eru um síni pensjónsviðurskifti v.m. Kanningin, sum varð liðug í desember 2013, vísir, at ein stórur partur hevur lutfalsliga lítið innlit í síni pensjónsviðurskifti, og hjá kvinnunum stendur verri til enn hjá monnunum. Eisini vísir kanningin, at ein stórur partur av kvinnunum er sera illa tryggjaður fíggjarliga.

Millum tey giftu/samlivandi er tað í 41% av førunum bara maðurin ella mest maðurin, og í 25% av førunum bara kvinnan ella mest kvinnan, ið avgreiðir lán og lánsgjøld við peningastovnar. Viðvíkjandi tryggingum er hetta talið 45% fyri menninar og 27% fyri kvinnurnar. Viðvíkjandi pensjónsviðurskiftum er talið 30% fyri menninar og 22% fyri kvinnurnar, og her hava bara ikki-pensjónistar svarað.

75% eiga egin hús, og 39% av monnunum og 27% av kvinnunum standa einsamallir/mallar fyri ognini. 76% eiga bil, og 68% av monnunum og 32% av kvinnunum standa einsamallir/mallar fyri bilinum.

Av teimum giftu vita 62% av kvinnunum og 60% av monnunum ikki, hvat hendir við teirra pensjón, um tey verða sundrulisin/skild.

Av teimum, sum liva ógift saman og enn ikki eru pensjónistar, siga 63% av monnunum og 49% av kvinnunum seg ikki hava tikið støðu til, hvør skal arva pensjónina, um tey doyggja, áðrenn hon verður útgoldin. 75% av kvinnunum og 85% av monnunum, ið liva saman ógift, hava tryggjað hvønn annan fíggjarliga við atliti til samlívsbrot.

57% av kvinnunum og 45% av monnunum halda pensjónsviðurskifti vera trupul at skilja, men 52% av kvinnunum og 43% av monnunum siga, at nógva umrøðan av pensjón seinastu árini hevur fingið tey at hugsa meira um hetta.