Kæra í samband við starvssetan og barnsburð

Status: Avgreitt

Evni: Beinleiðis mismunur, Barnsburðarfarloyvi, starvssetan

Ásetingar: Javnstøðulógin §3, stk. 1

Partur: Ikki upplýst

Nevndarlimir:

Ár: 2019

Avgerðardagur: 22. oktober 2019

Lýsing: Javnstøðunevndin hevur viðgjørt kæru um væntandi setan vegna barnsburð sbrt. §3. Stk.1 í javnstøðulógini, sum sigur at ikki er loyvt at gera mismun á løntakara vegna kyn við m.a. starvsetan. Kærari helt seg vera fyri mismuni vegna væntandi endursetan í tíðaravmarkað starv meðan hon var við barn.

Lyklaorð: Starvssetan, beinleiðis mismunur, barnsburðarfarloyvi

Niðurstøða: Nevndin hoyrdi partarnar og metti hereftir, út frá tí at stovnurin í fleiri førum hevur sett kvinnur, sum hava verið ella skulu í barnsburðarfarloyvi, at tað ikki vóru viðgonguviðurskifti sum gjørdu, at kvinnan ikki varð sett í starv og gav tí ikki viðhald. Tó gjørdi nevndin vart við, at tað er ein trupulleiki at so nógv størv á hesum viðkomandi stovni og stovnum til samanberingar hava ov óstøðugar umstøður fyri teirra starvsfólk, sum ofta verða áramálssett í nógv ár uttan at fáa fast starv.

Barsil, FarloyviAllan Dalsgarð