Um okkum

 
 

Javnstøðunevndin er sjálvstøðug nevnd undir Almannamálaráðnum. Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn

Javnstøðunevndin skal:

  • røkja uppgávurnar, sum er nevndar í javnstøðulógini

  • hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin

  • vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum

  • geva tilmæli í javnstøðumálum

  • viðgera kærur frá fólki um mismun vegna kyn

Annars hevur játtanin seinastu árini verið:

2020 – 1.027.000
2019 – 983.000 kr. (játtanin hjá Demokratia er løgd uppí umframt 250.000 lagdar afturat)
2018 - 419.000 kr.
2017 - 419.000 kr.
2016 - 419.000 kr.
2015 - 419.000 kr.
2014 - 419.000 kr.
2013 - 419.000 kr.
2012 - 425.000 kr.
2011 - 425.000 kr.
2010 - 445.000 kr.
2009 - 460.000 kr.
2008 - 460.000 kr.
2007 - 382.000 kr.