Pil ned graa FOKUS

ung 232x227   pensjon 232x227   flyting 232x227   barsil 232x227

tidindi top
Javnstøðulógin eigur at fevna víðari
12-02-2018
Ein stórur meiriluti heldur, at javnstøðulógin eigur at fevna um meira enn bara mismun vegna kyn. Hetta staðfestir ein nýggj kanning hjá Javnstøðunevndini.
Les meira

Ársfrágreiðing 2016 komin út
Les meira

Kvinnur og menn í miðlum – Sex and the City

Hvussu ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn? Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu? Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll?

Hesi evni verða viðgjørd á einum tiltaki í fyrilestrarøðini VITSKA í Norðurlandahúsinum týsdagin 21. mars kl. 16.00-18.00. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi millum Javnstøðunevndina, Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Ókeypis atgongd.
Les meira

Javnstøðulógin eigur at verða víðkað

Í november 2016 gjørdi Gallup eina spurnakanning fyri Javnstøðunevndina. 521 fólk eldri enn 15 ár hava svarað uppá fimm spurning​ar um javnstøðu.
Ein stórur meiriluti (68%) av teimum spurdu heldur, at javnstøðulógin – ið sum nú er bara fevnir um mismun vegna kyn – eisini eigur at fevna um aðra diskriminering, so sum vegna húðalit, aldur og brek. Og tað eru serliga menninir, sum vilja hava lógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn.
Les meira

Gev pápunum helvtina av barnsburðarfarloyvinum
Páparnir eiga at fáa helvtina av barnsburðarfarloyvinum. Á tann hátt fáa vit størri javnstøðu millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og kunnu minka um lønarmunin millum kvinnur og menn.

Tað heldur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefesen.
Les meira

Javnstøða er eisini fyri børn
31-10-2016
Er ein dukkukrókur til genturnar í barnagarðinum? Smíða tit kassabilar við dreingjunum? Fáa genturnar rós, tá tær eru fittar og hjálpsamar? Og dreingirnir tá teir eru raskir og djarvir? Hví hava dreingirnir blá navnaskelti, og genturnar reyð ella ljósareyð?

Hesi fyribrigdi verða dúgliga umrødd, nú Javnstøðunevndin  í hesum døgum setir fokus á kyn og javnstøðu í dagstovnum kring landið.
Les meira
 
 
boks tidindi forsida
 
boks cedaw forsida
 
boks film forsida
 
boks raettindi forsida