Kæra um møguligt brot á javnstøðulógina í sambandi við setan av dagrøktara

Javnstøðunevndin hevur viðgjørt kæru um væntandi setan í dagrøktarstarv hjá kommunu vegna barnsburð. Kærari vísir á, at hon hevði fingið lovað eitt starv sum dagrøkrari, men at tá kommunan gjørdust varug við, at kvinnan var við barn, tók hon tilboði aftur og bjóðaði ístaðin kvinnuni starv á stovni. Kommunan vísir á, at tað er ógjørligt hjá teimum at seta kvinnuna í dagrøktarstarv, tá hon ikki kann røkja starvi og tað tá fer at ganga útyvir trivnaðin hjá børnunum. Javnstøðunevndin viðgjørdi málið gjølla, og kom at enda til tað niðurstøðu, at hon vildi ikki geva kvinnuni viðhald, av teirri orsøk at at orsøkirnar vóru alneyðug námsfrøðilig atlit til smáu børnini, ið skuldu ansast á forsvarligan hátt. Leggjast kann afturat, at tað stendur í viðmerkingunum til § 2 í javnstøðulógini, at ikki allar støður eru fevndar av javnstøðulógini. Um ein arbeiðsgevari kann prógva, at grundarlagið undir atburðinum er grundað á alneyðug viðurskifti hjá viðkomandi stovni, so verður hetta ikki mett sum lógarbrot.