Vegleiðing til at søkja eftir starvsfólki 

Góði arbeiðsgevari!

Tá tú skal søkja eftir starvsfólki og vilt tryggja tær, at tú fært so nógvar og skikkaðar umsóknir sum til ber, er umráðandi at tú orðar tína starvslýsing, soleiðis at hon ikki bara vendir sær til fólk av ávísum kyni.

Við øðrum orðum: um tú gert lýsingina áhugaverda hjá øllum skikkaðum umsøkjarum - óansæð kyn - hevur tú nógv størri møguleika at fáa júst tann rætta starvsfelagan til starvið. 

Tá ið fólk verða sett í starv, vísir tað seg ofta, at vit seta fólk av sama kyni, sum tey, ið frammanundan eru í starvi. Hetta hendir ofta ótilvitað og kann hava natúrligar orsøkir - eitt nú óuppmerksemi og vanahugsan. Niðanfyri eru nøkur góð ráð og leiðreglur, ið tú sum arbeiðsgevari og setanarbólkur kunnu brúka í tykkara arbeiði at finna tann rætta starvsfelagan. 

Vinalig heilsan

Javnstøðunevndin 

 

Tað byrjar við tínum hugburði >

Um orðing av starvslýsingum >

Vegleiðing til orðing av starvslýsingum >

Frymil til orðing av javnstøðupolitikki >

Tað byrjar við tær!

Hóast javnstøðulógin hevur verið galdandi í Føroyum síðani 1994 er framvegis stórur lønarmunur og munur á arbeiðsbýtinum millum kynini, og vit tosa enntá um ein kynsuppbýttan arbeiðsmarknað. 

Hvat kanst tú gera?

Hugsa um, hvør tín hugburður er til kyn í mun til ávísar arbeiðsuppgávur. Heldur tú, at ávíst kyn er knýtt at ávísum arbeiðsuppgávum? Kanst tú ímynda tær eina kvinnu sum stjóra ella ein mann sum heilsuhjálpara? Ert tú við til at varðveita mytur um kyn við at endurtaka og endurskapa fordómar um kynini? Hvussu umgangast tit á tínum arbeiðsplássi? Tosa tit javnbjóðis og virðiliga, ella brúka tit niðursetandi orð um hvønn annan? 

Næst: um orðaval í starvslýsingum >

Orðavalið í starvslýsingum

Tá fyrisitingar- og umsorganarøki harmast um ov fáar umsóknir frá monnum og KT- og leiðsluøki harmast um ov fáar umsóknir frá kvinnum, kann sjálvt orðavalið í starvslýsingunum vera partur av orsøkini.

Orð skapa okkara fatan av veruleikanum, og orðavalið í eini starvslýsing hevur sostatt ávirkan á, hvønn lýsingin vendir sær til og fangar uppmerksemið hjá. 

Javnstøðulógin (§3, stk. 2) áleggur arbeiðsgevarum at orða starvslýsingar soleiðis, at eingin umsøkjari skal halda seg aftur at søkja vegna kyn sítt. 

Orð kunnu verða fatað ymiskt og tí er tað umráðandi, at orðini verða vald við umhugsni, soleiðis at lýsingin vendir sær til allar skikkaðar umsøkjarar óansæð kyn.

Hvat kanst tú gera?

Eftirkanna tína egnu fatan av lyklaorðum í starvslýsingini. Hvussu skilir tú tey ymsu orðini? Finnir tú orð, sum venda sær til øll og sum verða fatað eins, óansæð kyn?

Eru orðingar í tekstinum, sum serliga venda sær til ávíst kyn og kunnu hesar umorðast?

Um myndir verða brúktar, venda myndirnar sær til øll, óansæð kyn?

Ikki er loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið.
— Javnstøðulógin §3, Stk. 2

Hetta merkir í stuttum, at tú altíð skalt brúka kynsneutral starvsheiti, um hesi finnast, og annars týðuliga frámerkja í starvslýsingini at øll kunnu søkja starvið, óansæð kyn. 

Hetta skal tryggja øllum javnbjóðis møguleika at søkja størv - óansæð kyn. Hetta gevur samstundis arbeiðsgevarum flest møguligar umsøkjarar at velja ímillum, og skapar sostatt betri fortreytir fyri at finna best skikkaða starvsfelagan. 

Næst: Vegleiðing til orðing av starvslýsingum >

Vegleiðing til orðing av starvslýsingum

Henda vegleiðing er ein hjálp hjá tær, um tú vilt tryggja tær, at tín starvslýsing heldur seg til ásetingarnar í javnstøðulógini og ikki ger mun á umsøkjarum vegna kyn.

Er talan um starv, har kyn er partur av starvsheitinum?

Innan fyri ávís størv er kyn søguliga ein partur av starvsheitinum. Um søkt verður eftir fólki til tílíkt starv, skalt tú altíð brúka eitt kynsneutralt alternativ til starvsheitið, um hetta finst. Um tað ikki finst eitt kynsneutralt heiti (t.d. jarðarmóðir, flogterna og timburmaður), minst so til at tilskila í starvslýsingini, at bæði kyn kunnu søkja.

Dømi um størv og alternativ starvsheiti:

Sjúkrasystir - brúka heldur sjúkrarøktarfrøðingur
Skrivstovukvinna - brúka heldur skrivstovufólk
Vaskikona / reingerðarkona - brúka heldur vaskifólk / reingerðarfólk
Servitrisa - brúka heldur fólk at servera / tænari
Flakakvinna - brúka heldur flakafólk
Fyristøðukvinna - brúka heldur fyristøðufólk
Tíðindamaður - brúka heldur tíðindafólk / journalistur
Skrellimaður - brúka heldur skrellifólk
Eftirlitismaður - brúka heldur eftirlitisfólk

Dømi um orðingar:

“Søkt verður eftir flogternu m/k ...”
“Søkt verður eftir útbúnum fólki at smíða ..."

Eru ivamál kann javnstøðunevndin vegleiða í mun til ítøkiliga málið.

Nær kann eg søkja eftir starvsfólki við ávísum kyni?

Sambært javnstøðulógini kann undantak í ávísum førum gevast til at søkja eftir ávísum kyni, um hetta er við til at beina burtur allan mismun vegna kyn ella um starvið er treytaleyst kynsbundið.

Sostatt kann søkjast eftir manni ella kvinnu, um hetta skapar størri javnstøðu millum kynini á arbeiðsplássinum.

Eru ivamál, kann javnstøðunevndin vegleiða í mun til ítøkiliga málið.

 

Nær er eitt starv treytaleyst kynsbundið?

Í ávísum førum kann eitt starv bert røkjast av ávísum kyni. Hetta er serliga galdandi, um talan er um blygd ella intimitet ella tá kropsligir eginleikar sum rødd og andlit eru avgerandi fyri starvið.

Dømi um størv:

Kvinnuligir og mannligir fangavørðir

Kvinnuligir og mannligir svimjilærarar

Trygdareftirlit á flogvølli, har ferðandi skulu hava møguleika at velja, hvør skal kropsvisitera

Sangarar (sopran, alt, tenor, bass)

Modell

Sjónleikarar

Eru ivamál, kann javnstøðunevndin vegleiða í mun til ítøkiliga málið.

Niðanfyri er ein frymil til orðing av javnstøðupolitikki hjá arbeiðsgevarum. Teksturin kann kopierast av síðuni og brúkast og tillagast eftir tørvi.


 Javnstøðupolitikkur

[Fyritøkan/stovnurin] er eitt starvsstað, har øll hava rætt til somu viðferð.

Kvinnur og menn hava somu møguleikar til útbúgving, arbeiði og yrkisliga menning. Meginreglan hjá [fyritøkan/stovnurin] er, at ikki er loyvt, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, at gera mismun á fólki vegna teirra kyn.

Í [fyritøkan/stovnurin] gera vit ikki mismun vegna kyn í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður ella framíhjárættindi.

Øll starvsfólk hava somu møguleikar og rættindi, tá tað ræður um løn fyri sama arbeiði, arbeiðsuppgávur, treytir og fakliga og persónliga menning. Hetta merkir, at rættindi og møguleikar eru ikki knýtt at kyni. [Fyritøkan/stovnurin] ynskir at fremja virknan og mennandi atburð í sambandi við javnstøðu, og at stimbra starvsfólkini í teirra arbeiði, gerandisdegi og møguleikum.

Í praksis merkir hetta, at kyn ikki er eitt atlit, tá:

  • arbeiðsuppgávur verða býttar millum starvsfólk

  • ábyrgd verður latin

  • farið verður undir starvsfólkamenning

 Grundvirði okkara í sambandi við javnstøðu er, at:

  • vit virða øll menniskju og ásanna, at menniskju eru ymisk

  • ymsar fortreytir og sjónarmið eru ein styrki heldur enn ein vansi í arbeiðslívinum

  • vit eru forvitin og kunnu læra av tí líkleika og ymisleika, sum eru millum menn, kvinnur og aðrar minnilutabólkar

  • ymisleiki er ein styrki, og øll verða viðfarin eins

  • Javnvágur millum familju- og arbeiðslív er ein fortreyt fyri einum vælskipaðum starvsstaði

Javnbjóðis møguleikar

Eftir okkara tykki eru javnbjóðis møguleikar fyri kynini við til at styrkja [fyritøkan/stovnurin]. Tí er umráðandi, at kvinnur og menn hava somu møguleikar at søkja, starvast, trívast og mennast í [fyritøkan/stovnurin]. Vit ynskja at skapa eitt rúmligt arbeiðspláss, har øll hava møguleika at nýta sínar førleikar á bestan hátt at røkka teimum málum, sum [fyritøkan/stovnurin] hevur sett sær fyri.  

Vit viðmæla og eggja báðum kynum at søkja nýggj størv í [fyritøkan/stovnurin], somuleiðis sum vit miðja ímóti javnbjóðis umboðan av kynunum í setanarbólkum.

Vit vilja virka fyri, at bæði kynini eru umboðað í mun til arbeiðsupgávur, leiðslu og nevnd.

Vit ynskja somuleiðis at vísa á, at vit stuðla báðum kynunum at fara í barnsburðarfarloyvi. Vit meta, at tað er ein fyrimunur fyri bæði starvsfólk, familjuna og samfelagið, at bæði foreldrini luttaka í barnsburðarfarloyvinum.

[Fyritøkan/stovnurin] vil tryggja, at áherðsla verður sett á javna umboðan av kynunum í arbeiðsbólkum, leiðslu og nevnd.

Eftirmeting

[Fyritøkan/stovnurin] eftirmetir [innset áramál, t.d. annaðhvørt ár] javnstøðuna á arbeiðsplássinum, fyri at tryggja, at javnstøða áhaldandi er eitt mál, sum verður tikið í álvara.

Starvsfólk kunnu í hesum sambandi boða leiðsluni frá, um mál eru, sum eiga at verða tikin við í hesa eftirmeting.

Um starvsfólk meta seg vera fyri mismuni

[Fyritøkan/stovnurin] tekur tað í stórum álvara, um starvsfólk eru, sum halda seg hava verið fyri mismuni á arbeiðsplássinum, og vil eitthvørt mál hesum viðvíkjandi verða handfarið við virðing og álvara.

Starvsfólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni, eiga at venda sær til arbeiðsgevara ella nærmasta leiðara so skjótt sum til ber.

[Fyritøkan/stovnurin] kunnar síni starvsfólk um, at Javnstøðunevndin er klagumyndugleiki í málum, har fólk hava verið fyri mismuni vegna teirra kyn, og at tey kunnu venda sær til Javnstøðunevndina, um starvsfólk eru, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn.


Gevið gætur:

Havast skal í huga, at beinleiðis og óbeinleiðis mismunur vegna onnur viðurskifti enn kyn kunnu koma fyri á starvsstaðnum, ið forða fyri, at øll starvsfólk hava javnbjóðis møguleikar. Eitt nú aldur, brek, húðarlitur, etnisitetur, tjóðskaparligur uppruni, átrúnaður, kynslig sannføring, politisk áskoðan v.m.