Fráflyting er eisini ein javnstøðutrupulleiki
Forkvinnan í javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen, beyð vælkomin.
Fráflyting er ein av størstu samfelagsavbjóðingunum, vit hava, og seinastu árini hevur orðaskiftið snúð seg um møguligt “Exit Føroyar 2.0”. Men fyri at skilja avbjóðingina til fulnar, tørvar okkum innlit í, hví so nógv ung velja Føroyar frá, og her spælir kyn ein týðandi leiklut.
Fríggjadagin 19. september skipaði javnstøðunevndin fyri ráðstevnuni Fráflyting og kyn. Á ráðstevnuni, sum var í Smæruni í Havn, varð evnið fráflyting lýst úr kynssjónarhorni.
Á skránni vóru røður, fyrilestur, orðaskifti millum ung umframt politiskt kjak.
Óluva Zachariassen, journalistur og samskiftisráðgevi, var vertur og orðstýrari.
Eftir at forkvinnan í javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen, beyð vælkomin, setti landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, ráðstevnuna. Eirikur í Jákupsstovu legði í røðu sínari dent á, at javnstøðu kemur ikki av sær sjálvari, og tí er neyðugt við amboðum, sum landsstýrið er í ferð við at fremja, eitt nú við einari nýggjari javnstøðulóg. Ynski er um, at javnstøðumál loksins verða sæð sum felagsmál í samfelagnum. Hetta sæst eisini aftur í støðulýsingini “Saman um javnstøðu”, sum Føroya landsstýri gav út í vár.
Síðani legði Erla Thorsteinsson, hagfrøðingur hjá Hagstovuni, fram viðkomandi hagtøl. Erla Thorsteinsson vísti millum annað á, at tá sumað verður inn á tey ymsu ættarliðini við bústaðartilknýti, hevur gongdin seinastu árini verið tann, at fleiri kvinnur í aldrinum 18-35 ár fara av landinum enn menn.
Eftir ein kaffisteðg var orðaskifti á skránni við Gunnvør Hoydal Brimnes og Bjørg Brynhildardóttir Egholm – báðar ungar kvinnur búsitandi í Føroyum. Tær báðar Gunnvør og Bjørg bóru fram hugleiðingar um, hvørji átøk kunnu fáa fleiri ungar kvinnur at velja Føroyar til.
Seinast á skránni var politiskt kjak um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at tálma fráflytingini, umframt hví fleiri ungar kvinnur rýma enn ungir menn. Við pallborðini vóru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Ingilín Didriksen Strøm, Hervør Pálsdóttir, Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen.
Góð undirtøka var fyri tiltakinum, bæði í salinum, og millum tey heimabúgvandi og uttanlands, ið fylgdu við beinleiðis umvegis stroymingina. Javnstøðunevndin fegnast um at hava givið almenna kjakinum um fráflyting íkast og íblástur.
Her sæst ráðstevnan:
Fráflyting eisini ein javnstøðutrupulleiki
Býta vit fráflytingarmynstrið, sum Hagstovan hevur varpað ljós á, á kyn, sæst, at talan eisini er um ein javnstøðutrupulleika. Í aldursbólkinum 18 til 35 ár eru fleiri kvinnur burturi enn menn, og hesin ójavnin umboðar stóran part av kvinnuhallinum.
Við ráðstevnuni vildi javnstøðunevndin tí spyrja:
Hví fara so nógvar ungar kvinnur av landinum?
Hví flyta ikki fleiri heimaftur?
Eru vit eitt nóg rúmligt samfelag?
Við framløgu sínari lýsti Erla Thorsteinsson frá Hagstovuni støðuna hesum viðvíkjandi, og fleiri hagfrøðilig viðurskifti kunnu sigast at geva ábendingar um, hvat liggur til grund fyri støðuni. Tá tað ræður um ung í aldrinum 18-35 ár, sæst á hagtølunum, at fleiri kvinnur enn menn flyta av landinum, og harumframt fara kvinnurnar fyrr av landinum enn menninir.
Sæð úr kynssjónarhorni er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki, at fleiri kvinnur mangla í aldrinum 18-35 ár. Sum avleiðing eru ungar kvinnur í ov lítlan mun við til at mynda samfelagið á sama hátt, sum tær kundu. Tað er týdningarmikið at gera greitt, at tá umleið 80 prosent av ungu kvinnunum flyta heim aftur, tá tær eru í 30’unum, eru tær meira bundnar enn áðrenn tær fóru. Við barnafamilju, húsaláni og yrkisleið hevur tú ikki longur teir somu møguleikar at bjóða samfelagsnormunum av.
Vantandi kvinnurøddirnar endurspegla harumframt ta vantandi umboðanina í politikki og í leiðslustørvum, sum javnstøðunevndin hevur varpað ljós á áður. Av teimum 33 tingfólkunum, ið vórðu vald á seinasta løgtingsvali í 2022, eru tvær kvinnur í aldrinum 20-35 ár; Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm. Kvinnur í hesum aldrusbólkinum umboða 10 prosent av fólkatalinum, men bara 6 prosent av Føroya løgtingi. Í sama aldursbólki vóru tvífalt so nógvir menn valdir inn í 2022: Beinir Johannesen, Uni Holm Johannesen, Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen. Til samanberingar umboða menn í aldrinum 50-65 ár 10 prosent av fólkatalinum men heili 40 prosent av Føroya løgtingi.
Rúmar samfelagið ungum kvinnum?
Tað er flest øllum kunnugt, at vit hava eitt kvinnuhall í Føroyum. Hyggja vit eftir teimum við bústaðartilknýti, eru 1700 fleiri menn enn kvinnur í øllum aldri. Umleið ein triðingur av hesum muninum - t.e. 566 fólk - stavar frá fráflytingarmynstrinum millum ung í aldrinum 18-35 ár.
At kvinnum vantar umboðan var ein av høvuðsboðskapunum hjá teimum báðum Gunnvør Hoydal Brimnes og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Báðar hildu tær, at tað er vanligt millum ungar kvinnur í Føroyum at kenna vantandi umboðanina í gerandisdegnum. Eitt nú greiddi 28 ára gamla Gunnvør Hoydal Brimnes frá, at kenslan er partvís, at orðaskifti í ov stóran mun snýr seg um búskaparlig áhugamál. Í staðin eigur orðaskiftið at taka hædd fyri eitt nú trivnaði, mentan, list umframt viðurskiftum, ið eru knýtt at sosiala umhvørvinum, eitt nú barnaansing. Gunnvør metti, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvussu gott tað í grundini er at liva í hesum landinum. Tí hetta er eisini ein partur av, hví fólk tíma at búgva her.
Hesum tók 19 ára gamla Bjørg Brynhildardóttir Egholm undir við. Hon greiddi frá, at frá hennara sjónarhorni er saknur í, at atlit vera tikin til fevnandi átøk, sum stuðla undir einum progressivum og modernaðum samfelagi.
Ikki er óhugsandi, at ungu kvinnurøddirnar, sum vanta í samfelagnum, kundu bøtt um hesa støðuna, vóru tær fleiri í tali heima í Føroyum.
Myndir: Faroephoto.