Neyðtøka og rættarskipanin á breddan
Í heyst hevur javnstøðunevndin havt úr at við at varpa ljós á neyðtøkumál og skeiklaðu rættarskipanina, sum elvir til, at tey, ið eru fyri neyðtøku, eru fyri órætti. Nógvar neyðtøkur verða ongantíð til mál, tí neyðtøkuoffrið - væl vitandi um, at skipanin arbeiðir ímóti sær - hættar sær ikki, ella tímur ikki, ella orkar ikki at melda brotsverkið.
Millum annað hendan problematikkin, ið er ein veruleiki í flest øllum vesturlendskum samfeløgum, hevur samstarvi sett í miðdepilin umvegis leikin Prima Facie, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie pallsetti í Perluni í septembermánaði.
Saman við Sig Frá, Kvinnuhúsinum, Neyðtøkumóttøkuni og Amnesty Føroyum hevur javnstøðunevndin verið í toyminum, ið hevur havt uppgávuna at stuðla undir framleiðsluni av leikinum, at varpa ljós á evnini í leikinum og at sparra um tey fakligu atlitini. Umframt at hava fundast við Det Ferösche Compagnie í fleiri umførum, hevur toymið eisini gjørt sítt fyri at leggja kunnandi virksemið rundanum leikin til rættis við at varpa ljós á evnini á ymsan hátt.
Stutt eftir at leikurin hevði verið framførdu í Perluni í Havn, skipaði toymið fyri kjaktiltaki saman við Frihedsbrevet í eini roynd at fáa eina enn gjølligari viðgerð av evnunum og at upplýsa almenna kjakið. Vónin var at lyfta kjakið um rættartrygd hjá neyðtøkuoffrum umframt at fyribyrgja kynsligan harðskap.
Beinir Bergsson, ið er útbúgvin innan málfrøði og list, týddi enska leikritið til føroyskt. Í sambandi við týðingararbeiðið heitti Beinir á m.o. samskiparan á Javnstøðuskrivstovuni, Brand Mortensen Nolsøe, um at gera viðmerkingar til leikritið við serligum atliti at javnstøðufakligum orðingum. Onnur serkøn vóru somuleiðis biðin um at gera viðmerkingar til týðingina hjá Beinir.
Undan sýningunum vórðu evnini, ið leikurin viðger, nógv umrødd í føroysku miðlunum. Millum annað vóru Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni, og Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum, gestir í mentanarsendingini hjá Kringvarpinum, Kultura. Tey bæði hugleiddu um týdningin, leikurin hevur fyri arbeiðið at fyribyrgja harðskap móti kvinnum, eitt nú kynsligum brotsverkum. Grein við leinki til sendingina Kultura, umframt innslag í Degi og Viku, sæst HER.
Í sambandi við sýningarnar av leikinum, sum vóru í Perluni, vórðu Kvinnuhúsið og javnstøðunevndin boðin at skriva nøkur orð í í leikskránna. Javnstøðunevndin fegnaðist um at fáa heiðurin.
Rættarskipanin undir luppin
Leikurin Prima Facie er heimskendur einkvinnuleiklur, ið viðger eym evni sum neyðtøku, javnstøðu og vald og leiklutin hjá rættarskipanini at tryggja rættartrygdina hjá teimum, ið eru fyri neyðtøku. Talan er um ein sera sterkan og týdningarmiklan leik, ið veruliga fær tey viðurskiftini fram í ljósið, ið gera seg galdandi, tá ein kvinna stendur í tí truplu støðu at hava verið neyðtikin. Bæði atgerðin í sjálvum sær, og fylgjandi eftirspælið, eru ógvuliga trupul at skilja hjá uttanveltaðum - ikki minst, tá fremjarjin hevur eitt kent andlit, sum onnur í nærumhvørvinum ongan illgruna hava um.
Í leikinum fer høvuðsleikluturin, Tessa, frá at hava leiklutin sum verji hjá neyðtøkufremjarum, til at vera neyðtøkuoffur, sum stendur í tí ómøguligum støðu at skula lyfta próvbyrðuna um, at hon hevur verið fyri kynsligum brotsverki. Samstundis skal fremjarin einki annað gera enn at hyggja at.
Leikin hevur avstralska Suzie Miller skrivað. Suzie Miller hevur sjálv eina fortíð innan rættarskipanina sum verji og ákæri í neyðtøkumálum í Onglandi, og gongur leikurin eisini fyri seg í Onglandi. Hóast leikurin hevur ein bretskan dám, og tann sereyðkenda bretska rættarskipanin er í miðdeplinum, so eru trupulleikarnir, ið leikurin varpar ljós á, nærum universellir og háaktuellir í flestum vesturlendskum samfeløgum, eisini tí føroyska. Tí eins og aðrastaðni er rættarskipanin í Føroyum sniðgivin og tilevnað í eini tíð, tá samfelagið var sera mansdominerað. Kvinnuáskoðan og rættarstøðan hjá kvinnum vóru sera øðrvísi samanborið við í dag, og sum avleiðing treingist rættarskipanin harðliga til eina dagføring.
Til dømis síggja vit í leikinum, hvussu høvuðsleikluturin, Tessa, stríðist í trongu støðuni, sum neyðtøkuoffu koma í, tí øll skipanin sum hon er arbeiðir henni ímóti. Eftir tveimum árum fer málið loksins fyri rættin, men próvbyrðuna skal Tessa sjálv lyfta, hóast tað er ógvuliga trupult at prógva eina neyðtøku. Og hóast Tessa sum dugnaligur og spírandi ungur verji kennir óteljandi mál av sama slag, megnar hon ikki at varðveita prógvini, tí skelkandi hendingin at vera fyri neyðtøku av einum álítandi starvsfelaga er so mikið skakandi sálarliga. Tessa tapir rættarmálið, tí próvbyrðan er órímiliga trupult at lyfta. Til endans stendur hon eftir við tí lítla sigri, at hon hevur latið sínar kenslur skola út í rættarsalin, og hevur hon ásannað, at tað er skipanin sjálv, sum elvir til, at nógvar ákærur um neyðtøku ikki fáa viðhald.
Tiltakið Lyft próvbyrðuna
Prima Facie varð sýndur í Perluni í Havn frá 15. til 21. september. Longu mikukvøldið 24. september var javnstøðunevndin ein av fyriskiparunum av kjaktiltaki um somu evnini, ið Aulan í Finsen var karmur um. Tiltakið var eitt samstarv við Frihedsbrevet, sum eisini gjørdi poddvarp burturúr tiltakinum. Endamálið við tiltakinum var at flyta kjakið út um leikpallin og inn í føroyska samfelagið, har spurningar um próvbyrðu, trúvirði og rættartrygd eru bæði álvarsamir og lívsneyðugir.
Høvuðsevnið hetta kvøldið var spurningurin um, hvussu rættarsamfelagið Føroyar megnar – ella ikki megnar – at handfara tey menniskju, ið standa mitt í einum slíkum máli, sum leikurin lýsir. Saman settu vit sjóneykuna á tey, ið eru fyri órætti, við at seta spurningar sum:
- Hvussu verður tikið ímóti viðkomandi?
- Hvørji amboð og skipanir eru tøkar til at lofta viðkomandi?
- Hvør lyftir ta tungu próvbyrðuna í einum máli, har sannroyndir og søgur renna saman?
Millum luttakararnar vóru umboð fyri ymsar stovnar, ið arbeiða við neyðtøku og kynsligum harðskapi, eitt nú Kvinnuhúsið, Neyðtøkumóttøkan og Sig Frá, umframt umboð fyri Føroya Politi og Ákæruvaldið.
Vantandi vitan
Stórur partur av fyribyrgjandi arbeiðnum við harðskapi, millum annað fevnt av Sig Frá-verkætlanini hjá Almanna- og mentamálaráðnum, snýr seg um at menna fakligu vitanina um harðskap. Í tráð við at vitanardepilin og Liv Uttan Harðskap eru sett á stovn, er arbeiðið at savna fakliga vitan í Føroyum nú vorðið meira strukturerað og málrættað. Harumframt er Neyðtøkumóttøkan eitt stórt stig fram á leiðini til at kunna verja og stuðla neyðtøkuoffrum og børnum teirra.
Skipaða upplýsandi arbeiðið, ið nú verður gjørt, stuðlar ikki bara teimum, ið eru fyri harðskapi. Vitanin er eisini kærkomin fyri tey, ið fremja harðskap men vilja gevast, umframt fyri samfelagið sum heild, sum hevur alt ov lítla vitan um harðskap sum samfelagstrupulleika. Í Føroyum hava vit langt á mál, áðrenn harðskapsfakligheitin finnur fótafestið, men arbeiðið, ið verður gjørt av millum annað sjálvbodnum arbeiði, hevur fingið eitt neyðugt lyft tey seinastu árini. Vónandi verður brúgvin millum fakliga vitan og almenna vitan stytt komandi árini. Samfelagið noyðist at ásanna, at harðskapur, sum menn fremja móti kvinnum, er ein stórur og áhaldandi samfelagstrupulleiki, sum má eygleiðast og skiljast, áðrenn hann kann loysast.
Prima Facie - og ofta pallistin sum miðil í sjálvum sær - vísur okkum millum annað, at tey, ið eru fyri kynsligum brotsverki, eru av góðum grundum ikki altíð før fyri at liva upp til treytirnar, sum rættarskipanin setir teimum; bæði sálarligu, kropsligu og kognitivu fylgirnar av at vera tikin av ræði og fáa framt kynsligt brotsverk á seg, verða ikki viðurkendar av verandi rættarligu mannagongdunum.
Eftir at samtykkilógin kom í gildi í 2022 hevur politiið fingi heili 70 fráboðanir um neyðtøku í Føroyum. Men bara 6 teirra eru viðgjørdar av dómsstólinum, og einans 2 persónar eru dømdir sekir. 62% av fráboðanunum til politiið eru komnar frá persónum undir 18 ár.
Hóast samtykkilógin, ið kom í gildi í 2022, hevur havt við sær, at fráboðanirnar um neyðtøku eru vorðnar munandi fleiri í tali, so er trupulleikin hin sami, tá tað kemur til stykkis: Tað er ov trupult løgfrøðiliga at áseta revsing fyri neyðtøku
Frihedsbrevet gjørdi upptøkur av kjakunum í Auluni, og kunnu tey hoyrast í pørtum nummar 68 og 69 av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon, dagfestir 25. september 2025.
Javnstøðunevndin takkar Det Ferösche Compagnie, Sig Frá, Kvinnuhúsinum, Neyðtøkumóttøkuni, Amnesty Føroyum og Frihedsbrevet fyri samstarvið.