arsfragreidingar.png

Ársfrágreiðingar
í 20 ár

Ein partur av Støðufráðgreiðingini, sum var liðug í 2016, var at lýsa og greina javnstøðuarbeiðið 1995-2015. Í gjøgnumgongdini av ársfrágreiðingunum í hesum tíðarskeiði gjørdist greitt, at víst hevur verið á, síðan nevndin byrjaði í 1994, at umstøðurnar einamest hava verið til at taka sær av javnstøðuarbeiðinum í frítíðini. Víst hevur áhaldandi verið á, at neyðugt er við fólki, sum er sett og lønt burturav til hetta arbeiðið.

Hetta hevur verið mett neyðugt fyri at fáa tíð til bæði tað uppsøkjandi arbeiðið, sum krevur innlit í lóggávu og samfelagsviðurskifti yvirhøvur, og tað útinnandi og kunnandi arbeiðið. Tørvur er á kontinuiteti umframt fakligheit, og eingin ivi er um, at brúk er fyri eini uppraðfesting av økinum.

Javnstøða er ikki eitt privat áhugamál, men eitt strukturelt og politisk samfelagsmál.