Barsilsskipanin í Føroyum er styttri og minni smidlig enn í flestu hinum norðurlondunum. Núverandi barsilslóg frá 2001 gevur foreldrum rætt til farloyvi í eitt ár eftir barnsburð.

Eftir barsilslógini verður veitt full lønarkompensatión, tó í mesta lagi 25.000 krónur um mánaðin, og hetta verður býtt soleiðis millum foreldrini:

  • Mamman 4 vikur áðrenn barnsburð

  • Mamman tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð

  • Mamman ella pápin 26 vikur eftir 14. viku aftaná barnsburð

  • Pápin 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð

Javnstøðunevndin heldur, at skipaninar eru betri í fleiri av okkara grannalondum, t.d. Íslandi, Noregi og Svøríki, har størri partur av barsilstíðini er markaður til pápan. Hagtølini vísa, at páparnir taka tann partin av barsilstíðini, ið er markaður til teirra. Tað at pápin hevur ein nóg stóran part av barsilsfarloyvinum (helst í minsta lagi 3 mánaðar) markaðan til sín, og at hesin partur ikki kann yvirførast til mammuna, og at lønarendurgjaldið er nóg høgt, hevur víst seg at vera avgerandi fyri, hvørt páparnir brúka pápapartin av barsilsfarloyvinum.

Kanningar og royndir úr øðrum londum vísa týðiliga, at har páparnir luttaka aktivt í primeru umsorganini av barninum, eru fylgjurnar betri trivnaður hjá familjunum, færri hjúnaskilnaðir og meira javnstøða.

Í heildarætlanini um Fólkafráflyting og fólkavøkstur verður mælt til, at barsilsfarloyvið stigvís verður økt og umskipað tey komandi fimm árini. Ítøkiliga verður mælt til, at barsilsfarloyvið við barsilspeningi verður longt við 8 vikum, harav pápin eigur at fáa rætt til minst 4 vikur. Eisini verður nevnt bæði í heildarætlanini og í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at miðað eigur at verða móti eini skipan, ið líkist teirri íslendsku, har mamman og pápin fáa hvør sín triðing av barnsburðarfarloyvinum, og síðani hava ein triðing av tíðini at býta ímillum sín.


Barsilskanning

Í august 2013 gjørdi Gallup eina kanning fyri Javnstøðunevndina um hugburðin til barsilsviðurskifti, og í november 2014 varð aftur ein líknandi kanning gjørd. Kanningin frá 2013 vísir, at páparnir fáa sera lítlan ágóða av barslinum. Tey flestu eru nøgd við hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini, men vildu ynskt longri barsil, og tey flestu meina, at eftirlønargjaldið skal fylgja við í barsilstíðini.

75% av monnunum hava ikki verið í barsilsfarloyvi. Hetta talið er 25% fyri kvinnurnar.

Nógv tann størsti parturin av monnunum - 72% - vóru 0-14 dagar heima við hús við síðsta barninum. 62% av kvinnunum vóru 9 mánaðir ella longur heima við síðsta barninum.

Tey flestu (51%) halda, at um barsilsskipanin skuldi verið broytt, eiga mamman og pápin sjálvi at kunna avgera, hvussu tey býta barsilstíðina ímillum sín, men tey flestu (63%) høvdu tikið av, um pápin hevði fingið tilboð um oyramerkt 3 mánaða barsil - og her svara kynini nøkulunda eins. Av teimum, sum ikki høvdu tikið av, svara 41% sum grundgeving, at tað ikki ber til í starvinum hjá pápanum. Men tað er áhugavert, at her svara kynini als ikki eins. Heili 52% av kvinnunum, men bara 21% av monnunum siga, at tað ikki ber pápanum til at taka barsilsfarloyvi orsakað av starvinum hjá honum. Afturímóti nevna 43% av pápunum, sum ikki hvødu tikið av 3 mánaða barsilsfarloyvi, at mamman dugir betur at ansa barninum, sum fremstu grundgeving. Tað halda bara 17% av mammunum, sum ikki ynskja 3 mánaða barsil til páparnar.

64% av kvinnunum og 41% av monnunum halda verandi barsilsfarloyvi (august 2013) vera ov stutt.

Tey flestu halda, at eftirlønargjald eigur at verða goldið til tey, sum eru í barsli, men her eru kynini ikki heilt samd: 75% av kvinnunum og 62% av monnunum.

Tey flestu (74%) halda, at galdandi hægsta gjald, 25.000 kr/mðn, er passaligt, og her eru kynini samd, og eingin stórvegis munur er á inntøkubólkunum.

Kanningin frá november 2014 vísti so at siga sama úrslit sum í august 2013.

Les kanningina frá 2013

Les kanningina frá 2014