Fráflyting úr kynssjónarhorni
Fyri at geva íkast og íblástur til kjakið um fráflyting skipar javnstøðunevndin fyri almennari ráðstevnu. Endamálið er at lýsa fráflyting úr kynssjónarhorni, tí atlit til kyn vantar í almenna orðaskiftinum um ungdómin, metir javnstøðunevndin.
Ráðstevnan verður í Smæruni í Havn fríggjadagin 19. september kl. 9-12. Á skránni eru fyrilestur, orðaskifti millum ung og politiskt kjak.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og luttøka er ókeypis.
GG: TIL BER AT STROYMA TIL TILAKIÐ HER.
Um ráðstevnuna
Tá ið spurningar um flyting verða umrøddir, verður ofta spurt: "Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur?". Hesin spurningur er væl grundaður, tí av teimum, sum á hvørjum ári flyta av landinum, kemur bara helvtin heimaftur.
Talan er um eina av størstu samfelagsavbjóðingunum, vit hava. Men fyri at skilja avbjóðingina til fulnar, tørvar okkum innlit í, hví so nógv ung velja Føroyar frá.
Seinastu árini hava vit kunnað staðfest, at tað í stóran mun eru ungar kvinnur, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Síðani aldarskiftið eru tey, sum framvegis búgva uttanlands eftir lokna útbúgving, vorðin fleiri í tali. Meirilutin av teimum er kvinnur, sum sostatt hava verri møguleikar fyri at ávirka føroyska samfelagið.
Skal hesin átrokandi samfelagstrupulleiki loysast, er neyðugt at seta fokus á kyn. Tí vilja vit við ráðstevnuni spyrja:
- Hví fara so nógvar ungar kvinnur av landinum?
- Hví flyta ikki fleiri heimaftur?
- Eru vit eitt nóg rúmligt samfelag?
Skrá
kl. 9.00 Javnstøðunevndin biður vælkomin
kl. 9.10 Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir ráðstevnuna
kl. 9.20 Hagstovan leggur fram hagtøl um fráflyting og kyn
kl. 10.00 Steðgur
kl. 10.30 Orðaskifti millum ungar kvinnur
kl. 11.00 Politiskt kjak. Luttakarar eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir, Bjarni K. Petersen og Steffan K. Poulsen
kl. 12.00 Liðugt
Óluva Zachariasen er orðstýrari.