Formæli til Javnstøðulógina 2.0
Støðulýsingin “Saman um javnstøðu”, sum Føroya landsstýri almannakunngjørdi í gjár, tann 17 juni, kann tulkast sum formælið til nýggju javnstøðulógina, ið skal leggjast fram komandi tingsetuna. Ein týðandi broyting verður helst, at fleiri herðar skulu bera javnstøðuarbeiðið. Hetta er eitt avgerandi fet fram á leið í javnstøðustrembanini, sum vit vita krevur eina dagførda og tíðarhóskandi lóg um at fremja javnstøðu: Eina Javnstøðulóg 2.0.
Í støðulýsingini seta øll tey níggju landsstýrisfólkini orð á ítøkiligar javnstøðuavbjóðingar á hvør sínum málsøki. Hetta er neyvan komið fyri áður, og er tað sera jaligt. Sambært landsstýrinum er tíðin nú komin til, at javnstøðumál veruliga gerast felagsábyrgd. At vit øll skulu vera “saman um javnstøðu”.
Orðini fella væl í oyra. Men sum tilmælini frá javnstøðunevndini áhaldandi hava ljóðað, so er alneyðugt, at ásetingar verða settar arbeiðsplássum, almennar stovnum og landsins myndugleikum um krav til at virka til frama fyri javnstøðu. Tí einasti háttur at gera hesar ætlanirnar um til veruleika, er at integrera javnstøðusjónarhornið í alt samfelagið - við lóg.
Nú eru sostatt ábendingar um, at vit loksins kunnu vænta okkum broytingar, sum tæna hesum endamáli.
Javnstøðufremjan á øllum økjum
At integrera javnstøðu – eitt amboð sum ofta verður nevnt gender mainstreaming - snýr seg um at tryggja, at arbeitt verður við javnstøðu á øllum økjum. At javnstøðusjónarhornið er við í politisku tilgongdini og í arbeiðnum hjá øllum landsins myndugleikum.
Verandi javnstøðulóg, ið er frá 1994, er mestsum forboðslóg burturav og hevur sum endamál at beina burtur allan mismun vegna kyn. Hóast ásetingar um at forða fyri kynsmismuni eru alneyðugar, so er tað ein sannroynd, at tað er ikki nóg mikið at seta forboð. Skulu varandi framstig gerast á javnstøðuleiðini, krevst, at samfelagið er felags um eisini at fremja javnstøðu.
Tí mælir javnstøðunevndin til, at nýggja lógin skal fevna um ásetingar um krav til arbeiðsgevarar og almennar stovnar um at virka fyri javnstøðu.
Norðurlendska undantakið Føroyar
Øll okkara grannalond hava bundið seg til at integrera javnstøðuarbeiðið í almenna geiran og politisku skipanina, soleiðis at alt samfelagið arbeiðir til frama fyri javnstøðu. Og í fleiri førum hava Føroyar fingið viðmerkingar frá ST-nevndini um, at reglur um at integrera javnstøðusjónarhornið eiga at verða settar í lóggávuna.
At Føroyum framvegis vantar hetta amboðið er høvuðsorsøkin til, at vit í dag eru norðurlendska undantakið, tá tað ræður um javnstøðu, sigur forkvinnan í javnstøðunevndini, Halla Nolsøe Poulsen.
Tað hevur verið avgerandi fyri framburðin í Norðurlondum seinastu mongu árini, at fleiri herðar hava borið ábyrgdina av javnstøðuarbeiðnum. Í Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Danmark, Grønlandi og Noregi arbeiða øll stjórnarráð við javnstøðu á sínum serliga viðkomandi øki. Hesi somu tøkini noyðast vit at taka.
Halla Nolsøe Poulsen leggur aftrat, at um líknandi ásetingar komu í nýggju javnstøðulógina, so høvdu vit fingið heilt aðrar fortreytir at skapa eitt rúmligt samfelag, sum ikki loyvir kyni at vera ein forðing, og sum strembar aftir at geva øllum møguleikan at støðast og gera sínar dreymar til veruleika.
Yvirskipaða málið eigur at vera at fáa eina enn størri lóg, sum bannar mismuni vegna fleiri eyðkenni; eitt nú kyn, kynssamleika, kynsliga sannføring, brek, húðarlit, átrúnað, etnisitet, politiska áskoðan, aldur o.a.
Hvussu er og ikki, so kann ein nýggj javnstøðulóg við tíðini víðkast. Hon kann leggja lunnar undir lógarkarmar, sum fara at leggja áherðslu á at fremja javnstøðu í verki á allar mátar.
Javnstøðunevndin fer at fylgja væl við – og virka til frama fyri - arbeiðinum at endurskoða javnstøðulógina.
Støðulýsingin “Saman um javnstøðu”, sum eisini lýsir virksemið og sjónarhornið hjá javnstøðunevndini, kann lesast her.