Vilt tú vita meira um javnstøðu og hvat kjakið í grundini snýr seg um? Á hesi síðu hava vit savnað eitt úrval av viðkomandi hugtøkum, lýsingum, evnum og spurningum, sum geva tær eitt innlit í javnstøðuhugtakið og javnstøðukjakið

adult-beautiful-bisexual-1412136.jpg

Hvat er kyn?

Kynið hevur stóran týdning fyri, hvussu vit definera ein persón. Tað er ein stórur partur av okkara samleika. Genta ella drongur? Verðin verður ofta býtt sundur í hesi bæði. Vit kunnu rópa tað dikotomi ella tvítald kynsfatan. Tá ið vit í javnstøðuhøpi tosa um kyn, býta vit tað aftur í tveir partar. Teir eru:
Lívfrøðiligt / løgfrøðiligt kyn og sosialt / mentanarligt kyn.

tim-mossholder-623407-unsplash.jpg

Kyn, javnstøða og margfeldni

Tá ið vit tosa um javnstøðu og kyn, hevur tað stóran týdning at gera sær greitt, at hvørki bólkurin menn ella bólkurin kvinnur eru einstáttaðar homogenar eindir.

1.png

Beinleiðis og óbeinleiðis mismunur

Í Javnstøðulógini stendur, at IKKI er loyvt – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis – at gera mismun á fólki vegna kyn, §2 stk.2, men hvat merkir beinleiðis og óbeinleiðis mismunur ella diskriminering?

boy-child-childhood-346796.jpg

Javnrættur og javnstøða

Í Føroyum hava vit formliga javnrætt á stórt sæð øllum økjum. Javnrættur merkir eins og orðið sigur, at vit hava javnan - t.e. sama rætt - til somu rættindi. Men hóast rættindini formliga eru til staðar, er ikki sjálvsagt at atgongdin til hesi rættindi er tann sama.

blue-close-up-communication-1386336.jpg

Hvat eru normar?

Tá ið vit tosa um normar í hesum samanhangi, kunnu vit tosa um kynsnormar, kynsleiklutir og um eitt, sum vit ofta rópa stereotypir ella kynsstereotypir. Nógvar vánir og normar eru knýtt at okkara kyni, og tí er tað altíð viðkomandi at tosa um normar, tá ið vit viðgera og tosa um kynspurningar og javnstøðu.

abstract-painting-art-artistic-1293120.jpg

Javnstøðunevndin

Javnstøðunevndin er sjálvstøðugur stovnur undir Vinnumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.

sharon-mccutcheon-518673-unsplash.jpg

Hvat er feminisma?

Feminisma kann bæði skiljast sum ein ideologi, ið hevur tað endamáls, at øll uttan mun til kyn skulu hava somu rættindi, møguleikar og skyldur. Feminisma kann eisini vera ein aktivistisk rørsla, sum arbeiðir fyri omanfyrinevnda endamáli

black-collaboration-cooperation-943630.jpg

Hvat er javnstøðuintegrering?

Javnstøðuintegrering er ein politisk strategi sum hevur við sær at javnstøðuperspektiv skal vera við í øllum avgerðum á øllum stigum. Strategiin skal brúkast av teimum aktørum, sum vanliga eru partur av politiskari tilgongd.

scan_Nordiske%2520flag146264.jpg

Javnstøða og okkara grannar

Javnstøða er ein sterkur pro-spurningur í Norðurlondum, og heimurin er áhugaður í at vita, hvussu hesi lond bera seg at. Javnstøða og javnstøðuspurningar snúgva seg ikki bara um rættvísi og fólkaræði, men eisini beinleiðis um búskaparligar avleiðingar/ágóðar, tá ið talan er um vælferð og vøkstur.

adults-black-and-white-casual-1374542.jpg

Ung og javnstøða

Gentur og dreingir skulu ikki vera eins, men tey skulu hava somu møguleikar at menna síni evni, sama hvat kynið er.

adult-analyzing-brainstorming-1483907.jpg

Hvat er intersektiónalitetur ella krossávirkan?

Intersektiónalitetur ella krossávirkan er bæði eitt amboð og eitt hugtak ella hugsjón. Í stuttum snýr intersektionalitetur seg um at vera varin við, at fleiri grundir kunnu vera fyri diskriminatión ella ójavna atkomu til tey rættindi, sum vit sambært lóg eiga.