Hvat er intersektiónalitetur ella krossávirkan?

 
adult-analyzing-brainstorming-1483907.jpg

Eitt kronglut hugtak, ið verður brúkt til at skilja og brúka, sum amboð í kyns- og ella javnstøðupolitiskum arbeiði, er intersektiónalitetur

Intersektiónalitetur ella krossávirkan* er bæði eitt amboð og eitt hugtak ella hugsjón. Í stuttum snýr intersektionalitetur seg um at vera varin við, at fleiri grundir kunnu vera fyri diskriminatión ella ójavna atkomu til tey rættindi, sum vit sambært lóg eiga.

“Tey sum arbeiða við javnstøðu, kyni og samfelagsspurningum um tað, brúka eitt serligt hugtak til hesa fatan. Hugtakið verður rópt intersektionalitetur, á føroyskum krossávirkan.

Hugtakið skal hjálpa okkum at skilja, at javnstøða ikki bara snýr seg um bólk A og B, men at samfelagið og samfelagsborgararnir eru samansett og fjølbroytt. Amboðið skal nýtast hjá lógarsmiðjum, politikarum og fakfólki annars til at tryggja nútíðarhóskandi og rættvísar karmar fyri allar borgarar í Føroyum óheft at aldri, kyni, uppruna, trúgv, seksuellari orientering, likamligum førleika o.s.fr.

2.png

Vandi er fyri, at javnstøðupolitikkur, ið gloymir hesi frábrigdi, bara verður javnstøðupolitikkur fyri ávísar bólkar í samfelagnum.

BONUS:

*Intersektiónalitetur er úr enska orðinum intersection - í matematikkini, tá tvær ella fleiri linjur skera hvørja aðra. Tá ið tvær ella fleiri linjur krossast. Við hesum kundu vit sambært Jóhan Hendrikki Winther Poulsen á føroyskum nýtt orðið krossorsøk ella krossávirkan (ársfrágreiðing 2003).

*Kimberlé Chrenshaw var tann fyrsta, sum brúkti hugtakið intersectionality í einum feministiskum samanhangi. Hetta var í 1989 í greinini ”Demarginalizing the Intersection of Race and Sex: A Black Feminist Critique of Antidiscrimination Doctrine, Feminist Theory and Antiracist Politics” (les greinina her ).

Meira um intersektiónalitet: