Hvat er kyn?

 
adult-beautiful-bisexual-1412136.jpg

Tað fyrsta, vit spyrja um á føðideildini ella eftir eina skanning er ofta “HVAT ER KYNIÐ?” og hetta er einki løgið. Kynið hevur stóran týdning fyri, hvussu vit definera ein persón. Tað er ein stórur partur av okkara samleika

Genta ella drongur? Verðin verður ofta býtt sundur í hesi bæði. Vit kunnu rópa tað dikotomi ella tvítald kynsfatan. Tá ið vit í javnstøðuhøpi tosa um kyn, býta vit tað aftur í tveir partar. Teir eru:

1: Lívfrøðiligt/løgfrøðiligt kyn (á enskum sex)

2: Sosialt / mentanarligt kyn* (á enskum gender)

Lívfrøðiligt kyn

Tað lívfrøðiliga kynið lýsir, hvussu tú sært út. Vit definera lívfrøðiliga kynið út frá, hvussu innaru og uttaru kynsgøgnini síggja út, út frá kynskromosomum og hormonum. Soleiðis verða vit definerað sum drongur ella genta, og í fáum førum tvíkynd, tá ið tað ikki til at siga, um nýborna barnið er meira genta ella drongur við støði í teimum kriterium, ið her eru nevnd.

Sosialt/mentanarligt kyn

Tað sosiala og/ella mentanarliga kynið kann nevnast ein kynsleiklutur. Kynsleiklutir eru eitt slag av reglum og normum fyri, hvussu ein persónur við einum ávísum kyni eigur at bera seg at í einum samfelag, samanhangi ella systemi . Í sambandi við kynsleiklutir eru eisini nøkur fyribrigdi knýtt at tí at vera genta/kvinna ella drongur/maður. Sosiala kynið (gender) er altso ein spurningur um samleika heldur enn lívfrøði.

“Gender refers to the socially constructed characteristics of women and men - such as norms, roles and relationships of and between groups of women and men. It varies from society to society and can be changed.”

-WHO

Hóast tað kann tykjast kronglut, so hevur tað týdning at skilja ímillum. Lívfrøðiliga og løgfrøðiliga kynið er tað, sum vit yvirhøvur leggja dent á, tá ið vit tosa um kyn, men fyri at skilja hvat javnstøða er, og hví og hvussu vit arbeiða við henni, er tað avgerandi at hava báðar fatanir av kyni í huga.

Tað ber til at gera mun á hesum báðum við at hugsa, at lívfrøðiliga kynið er tað, ið vit ERU fødd sum, og sosiala ella mentanarliga kynið er tað, sum vit GERA út frá okkara lívfrøðiliga ella løgfrøðiliga kyni í sambandi við tað, vit vænta av reglum og normum í samfelagnum.

BONUS: Meira um kyn og sosialt kyn