Hvat er feminisma?

 
sharon-mccutcheon-518673-unsplash.jpg

Feminisma kann bæði skiljast sum ein ideologi, ið hevur tað endamáls, at øll uttan mun til kyn skulu hava somu rættindi, møguleikar og skyldur. Feminisma kann eisini vera ein aktivistisk rørsla, sum arbeiðir fyri omanfyrinevnda endamáli

Feminisma byggir á tað grundfatan av veruleikanum, at menn sum bólkur eru yvir kvinnum sum bólkur, og at henda skipan skal broytast. Sjálvt um tey flestu, sum rópa seg feministar, taka heilt ella lutvíst undir við hesum, so er stórur munur á, hvussu feminisma sær út alt eftir hvør, hvar og nær spurningurin verður tikin upp.

Tað eru nógvar ymiskar tilgongdir til feminismu, tí er tað rættari at tosa um feminismur í fleirtali enn feminismu í eintali. Ymiskar tilgongdir kunnu vera lesbisk feminisma, svørt feminisma, liberal feminisma, marxistisk feminisma og transfeminisma. At tað eru so nógv sløg av feminismum, vísir at økið er komplekst. Og at vit hava øll ymiska fatan av, hvat trupulleikin í samfelagnum er, og harvið hvat loysn ella tilgongd til loysnirnar eru.


Í akademiskum høpi eru feministisk háttaløg, ástøði og vísindaástøði. Kjarnin í hesum er valdskritiskar greiningar, ið seta spurnartekin við fatanini av tí natúrliga og bjóða ímyndini av sannleikanum og vísindunum av.