Mismunur í sambandi við barsil

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Graviditetur/Viðgonga, Farloyvi, Barnsburður
Ásetingar: § 1, stk. 2 og 3, § 2
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Katrin Kallsberg, Guðrið Joensen, Niels Winther, Marjun T. Magnussen, Jónleif Johannessen
Mál:  
Ár: 2015
Avgerðardagur: 8. januar 2015

Lýsing: Kærarin var við barn, og samlivarin og pápi ófødda barnið og hon ynsktu, at hann skuldi taka sær av barninum fyrstu 3 mánaðirnar, eftir at barnið var føtt, meðan kærarin gjørdi seg lidna við útbúgving sína. Men sambært Barsilsskipanini kann pápin ikki yvirtaka útgjaldið úr Barsilsskipanini fyrstu 14 vikurnar av mammukvotuni. Kærarin metti hetta vera brot á javnstøðulógina og kærdi til Javnstøðunevndina.
Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Graviditetur, Barsil, Barnsburður

Niðurstøða: Nevndin metir ikki, at javnstøðulógin heimilar broytingum í niðurstøðuni hjá Barsilsskipanini, sum er grundað á barsilsskipanarlógina, ið sum ein serlóg løgfrøðiliga verður tulkað at standa oman fyri javnstøðulógina.