Menn, sálarheilsa og felagsskapur


Í sambandi við altjóða mannfólkadagin tann 19. november skipaðu Javnstøðunevndin og Sinnisbata fyri almennum tiltaki í OY undir heitinum ‘Menn, sálarheilsa og felagsskapur’. Mannfólkadagurin var gott høvi til at seta mannin og javnstøðu á breddan, og umrøddu vit spurningar sum kynsmentan, kropsliga heilsu, sálarheilsu, einsemi, felagsskap v.m.

Á skránni var fyrilestur við Svend Aage Madsen, granskara og formanni í Forum for Mænds Sundhed. Eisini var skemt við Svannu Hentze í Gong, og Lyon Hansen spældi livandi tónleik.

Harumframt var pallborðsfundur á skránni. Við pallborðini vóru Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, Magni Højgaard, leiðari fyri RÓWT og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari hjá Javnstøðunevndini um menn og sálarheilsu. Bjarni Arge var vertur og stýrdi pallborðskjakinum.

Okkara vóna er, at tey, sum komu til tiltakið, fingu nýggja vitan við sær heim. Eisini vóna vit, at tiltakið var eitt íkast í kjakið á tann hátt, at menn fara at gerast meira tilvitaðir um mannfólkaspurningar og átaka sær størri leiklut í javnstøðukjakinum.

Verður kjakið um javnstøðu í størri mun merkt av, at sjóneykan verður vend móti manninum, er hetta ein kærkomin gongd. Tí menn taka í ov lítlan mun lut í javnstøðukjakinum sum heild. Tað hevur alstóran týdning, at vit sum samfelag viðgera støðuna hjá bæði monnum og kvinnum við javnstøðubrillum. Hetta krevur, at eisini menn umrøða sín egna leiklut í felags stríðnum fyri einum javnari samfelag. Tí tað gagnar javnstøðuni í okkara samfelagi.

Í sambandi við tiltakið á mannfólkadegnum, var samskiparin hjá Javnstøðunevndini í útvarpssendingini Breddin og umrøddi menn og javnstøðu. Harumframt var orðaskifti í sendingini millum Magna Højgaard, leiðari fyri RÓWT, og Pál Weihe, professara í fólkaheilsu, sum eisini luttóku í pallborðskjaki í tiltaki okkara á mannfólkadegnum.

Hoyr ‘Breddan’ frá 21. november 2023 HER.

Í framhaldi av tiltakinum á mannfólkadegnum var Svend Aage Madsen eisini boðin av miðlunum at greiða frá um sítt serøki, sum er menn og sálarheilsa.

Hoyr Svend Aage Madsen í ‘Góðan Morgun Føroyum’ HER.

Hoyr Svend Aage Madsen í sendingini ‘Credo’ HER.





Brandur Mortensen Nolsøe