Javnstøða og privati marknaðurin

Johnny í Grótinum, sjónvarpsvertur, í samrøðu við Jóruna Gardar, javnstøðunevndarlim og varastjóra í Vinnuhúsinum,

Onki bendir á, at kvinnur eru verri skikkaðar til at røkja leiðandi størv enn menn. Hvat liggur so til grund fyri, at privatu vinnuni vantar leiðandi kvinnur?

Jórun Gardar, limur í Javnstøðunevndini og varastjóri í Vinnuhúsinum, var herfyri í sendingini Búskapur og Vinna, sum Televarpið sendir, og greiddi frá um javnstøðuavbjóðingar á privata arbeiðsmarknaðinum.

Har visti Jórun at siga, at bara 14 av 100 teimum størstu fyritøkunum í Føroyum hava kvinnuligan stjóra. Tað vísur kanning, sum Vinnuhúsið hevur gjørt við støði í limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sum Jórun greiddi frá í sendingini, finna vit allarhelst ein part av svarinum í samfelagsbygnaðinum. Í Føroyum eru tað framvegis kvinnur, sum í stóran mun hava heimið og børnini um hendi, og í hesum liggur eisini tað ólønta arbeiðið. Eitt úrslit av hesum er, at nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð og fáa tískil lægri lívsløn og eftirløn. Hægri eitt starv er, tess fleiri tímar er neyðugt at brúka á arbeiðsplássinum.

Barsilsskipanin er týðandi fyri tær fortreytir, sum kvinnur og menn hava til at átaka sær leiðsluábyrgd. Kanningar vísa, at javnari býti millum kynini av barsilstíðini gagnar javnstøðuni á arbeiðsmarknaðinum. Átaka menn sær størri leiklut, tá tað snýr seg um heimið og barnaumsorgan, kann tað lata upp fyri, at kvinnur betur kunnu átaka sær leiðsluábyrgd til arbeiðis.

Javnari kynsumboðan gagnar fyritøkunum sjálvum, bæði tá talan er um starvsfólkahóp, leiðslubólk og ovastu leiðslu. Tí nógv bendir á, at størri fjølbroytni bøtir um bæði trivnað og úrslit. Harumframt er givið, tá eitthvørt stjórastarv verður lýst leyst, at so nógvar kvinnur og menn sum gjørligt skulu vera um boðið, tí tá er møguleikin fyri at finna best skikkaða persónin størstur.

Samfelagsbygnaðurin sæst eisini aftur, tá hugt verður at slagnum av fyritøku, sum kvinnur og menn stovna. Hóast kvinnur umboða umleið 40 prosent av fyritøkunum, sum í dag eru knýttar at Hugskotinum, er munur á, hvat slag av fyritøku kvinnur og menn skapa.

- Tá stjórin er kvinna, er talan í størri mun um smærri einstaklingafyritøkur í eitt nú tænastuvinnuni ella ferðavinnuni, meðan menn í størri mun stovna vakstrarfyritøkur í eitt nú KT-vinnuni ella byggivinnuni, har møguleikarnir fyri vøkstri eru størri, sigur Jórun.

Í sendingini verður javnstøðukanningin, sum m.a. Javnstøðunevndin lat gera í vár, umrødd. Kanningin vísir, at 36% av monnum halda, at vit hava javnstøðu millum kynini í ovastu leiðslu, meðan 39% av kvinnum halda, at kvinnur eru fyri stórum mismuni, tá tað ræður um ovastu leiðslu í Føroyum.

Les kanningina HER.

Aftrat Jóruni Gardar var Mia Wagner, sum m.a. er kend í danska vinnulívinum, gestur í sendingini.

Síggj samrøðu við Jóruna Gardar og Miu Wagner í parti 20 av Búskapur og Vinna, ið hevur heitið ’Kvinnur í leiðandi størvum’ HER.

Johnny í Grótinum og Mia Wagner, vinnulívskvinna

Brandur Mortensen Nolsøe