Barsilsskipanin er avgerandi fyri javnstøðuna

 

Hóast Javnstøðunevndin tekur undir við uppskoti um at økja um hámarkið fyri barsilsútgjaldið við 3000 krónum, metir nevndin ikki, at hækkingin er nøktandi til tess at smalka fíggjarligu gjónna millum kvinnur og menn.

Í sambandi við at Javnstøðunevndin tann 14. november 2023 var kallað inn til fundar í Rættarnevndini at umrøða lógaruppskot um hækkan av hámarksupphædd fyri barsilsútgjald, gjørdi Javnstøðunevndin viðmerkingar til, hvussu barsilsskipanin kann tillagast til frama fyri størri javnstøðu.

Javnstøðunevndin nýtti høvið til at vísa á, at barsilsskipanin hevur ein avgerandi leiklut, tá tað snýr seg um javnstøðu millum kvinnur og menn, bæði hvat viðvíkur lønarmunin millum kvinnur og menn og í mun til leiklutabýtið í heiminum og familjuni.


Kanningar í Føroyum og aðrastaðni vísa, at kvinnur verða fyri stórum lønarmissi, tá tær fáa børn. Og tað, sum liggur til grund fyri tí, er, at kvinnur í ov stóran mun eru heima, meðan menn hinvegin halda fram at arbeiða. Í mongum førum er barsilstíðin byrjanin til lønarmunin millum mammuna og pápan, og nógv bendir á, at hesin lønarmissurin hjá mammuni fylgir henni restina av arbeiðslívinum.


Verandi hámarksupphædd, sum er 25.000 krónur, er lægri enn lønargrundarlagið hjá allarflestu monnum og kvinnum í samfelagnum í dag. Á fundinum við Rættarnevndina gjørdi Javnstøðunevndin greitt, at hóast ein hækkan av hámarksupphæddini við 3000kr er eitt stig á røttu leið, skulu størri tøk til, fyri at gera neyðugu broytingina, sum krevst, fyri at minka um inntøkumunin millum kvinnur og menn.

Barnafamiljur, sum eru illa sperdar, velja ta skynsamastu fíggjarligu loysnina, og av tí at pápin í allar flestu førunum fær meiri í løn, velja familjurnar einamest, at mamman fer í barnsburðarfarloyvi.

At barsilsskipanin eigur sín lut í, at lønarmunurin millum kvinnur og menn heldur fram, sæst serliga væl við tað, at kvinnur og menn hava umleið somu miðalarbeiðstíð og miðalinntøku, áðrenn børnini koma til verðina, meðan munurin uppstendur í samband við, at børnini koma til.

Og partur av loysnini, sigur Javnstøðunevndin, er, at pápar taka størri part av barnsburðarfarloyvinum.

Umframt útgjaldshámarkið eru eisini aðrir tættir í barsilsskipanini, ið kunnu eggja pápum til at taka størri lut í barnsburðarfarloyvinum. Eitt nú er avgerandi, at skipanin gerst smidligari, soleiðis at barnafamiljur fáa størri rásarúm at gera av, nær mamman og pápin kunnu fara í barnsburðarfarloyvi, og harvið at sameina familju- og arbeiðslív. Harumframt hava royndirnar í grannalondum okkara víst, at amboðið, sum munar best til tess at fáa javnari barsilsbýti, er at marka ein hóskandi part av farloyvinum til pápar.


Vit vita frá gransking á økinum, at tá pápar eru í farloyvi í longri tíð, helst millum tveir og tríggjar mánaðir, hevur tað fleiri ágóðar í mun til støðuna. 


Fyri hvønn mánað, sum pápin er í farloyvi, minkar gjáin millum lønirnar hjá mammuni og pápan, sigur Javnstøðunevndin, eisini seinni í arbeiðslívinum. Samstundis er tað ein sannroynd, at hevur pápin ein virknan lut í umsorganini frá byrjan, styrkir tað sambandið millum barn og pápa, og vísur gransking, at hetta hevur góða ávirkan á barnið, umframt at kvinnur fáa ágóðan av at kunna fara aftur á arbeiðsmarknaðin.

Pápabarsil hevur eisini ágóðar við sær, tá tað ræður um rættarstøðuna hjá pápum. Um foreldrini fara hvør til sítt, meðan børnini eru lítil, og hevur pápin havt ein virknan lut í umsorganini í longri tíð, kann hetta styrkja um støðuna hjá pápanum í mun til børnini. 

Javnstøðunevndin mælti til, at barsilsskipanin verður tillagað soleiðis, at fíggjarstøðan hjá kvinnum og monnum gerst javnari í samband við barsil, og at umsorganarleikluturin verður býttur javnari. Rættarstøðan má í minsta lagi eggja til heldur enn at forða fyri, at pápar at fara í barsil, við eitt nú at útgjaldshámarkið avspeglar lønarlagið í samfelagnum, og at skipanin verður gjørd munandi meira smidlig. Harumframt vísa kanningar aðrastaðni frá, at tað, sum veruliga munar, er, at partar av barsilsfarloyvinum verða markaðar til bæði mammuna og pápan.     

 
Allan Dalsgarð