Posts tagged integrering
Hvat er javnstøðuintegrering?
 
black-collaboration-cooperation-943630.jpg

Javnstøðuintegrering er ein politisk strategi, sum hevur við sær, at javnstøðuperspektiv skal vera við í øllum avgerðum á øllum stigum

Strategiin skal brúkast av teimum aktørum, sum vanliga eru partur av politiskari tilgongd. Í arbeiðinum við javnstøðuintegrering skulu avleiðingar í sambandi við kyn ávísast og greinast systematiskt. Tað er, at vísast skal á, hvørjar avleiðingar mannagongdir, politikkur og avgerðir fáa fyri kvinnur, menn ella aðrar bólkar. Strategiin er hugsað sum eitt mótsvar til tann kritikkin, at javnstøða er eitt ideologiskt og ofta strævið stríð fyri einstakar javnstøðueldsálir.

“Til ber at arbeiða við javnstøðuintegreing bæði í lands- og kommunalpolitiskum høpi.”

Hugskotið um javnstøðuintegrering byrjaði í 1980'unum í altjóða javnstøðupolitiska arbeiðinum. Javnstøðuintegrering er hjá okkara grannum síðan vorðin partur av politisku og fyrisitingarligu tilgongdini, serliga Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Limalondini hjá ST tóku tilgongdina til sín í 1995 í Beijing á umtalaðu ST-ráðstevnuni, har eisini føroyingar vóru við.