Kæra um møguliga uppsøgn vegna barnsburð

Status: Avgreitt

Evni: Beinleiðis mismunur, Barnsburðarfarloyvi

Ásetingar:

Partur: Ikki upplýst

Nevndarlimir: Mai Laksáfoss Simonsen, Hedvig Johansdóttir, Helena Fríðheim, Niels Winther og Annfinnur Garðalíð

Ár: 2020

Avgerðardagur: 22. oktober 2020  

Lýsing: Javnstøðunevndin hevur viðgjørt kæru umvegis fakfelag hjá kvinnu, sum helt seg vera fyri mismuni, tá hon varð uppsøgd samstundis sum at hon var við barn. Málið var drúgt, og javnstøðunevndin bað um meting frá sakførara, áðrenn stig varð tikið til at viðgera málið endaliga.

Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Mismunur vegna barsil, Barnsburðarfarloyvi, Barsil

Niðurstøða: Tá kæra er um uppsøgn vegna barnsburð áliggur tað arbeiðsgevara at prógva, at talan var um aðrar umstøður. At enda kom javnstøðunevndin til tað niðurstøðu, at arbeiðsgevarin hevði lyft viðvendu próvbyruna um at tað vóru aðrar umstøður, sum vóru orsøk til uppsøgnina og kærari fekk ikki viðhald.