Kæra í mun til mismun við starvssetan vegna kyn

Status: Avgreitt

Evni: Beinleiðis mismunur, Barnsburðarfarloyvi

Ásetingar: Javnstøðulógin §3, stk. 1

Partur: Ikki upplýst

Ár: 2019

Avgerðardagur: 24. juni 2020

Lýsing: Nevndin fekk í 2019 kæru um mismun við starvsetan vegna kyn umvegis Føroya Lærarafelag. Málið var drúgt og ikki liðugt viðgjørt fyrr enn í 2020. Kært var um væntandi endusetan á skúla við skúlabyrjan vegna barnsburð. Skúlin hevði fimm leys størv, men fleiri enn fimm kandidatar at velja í. Kærarin vísti á, at hon hevði starvast á skúlanum í nógv ár, og helt tað tí vera løgið samanfall, at júst hon ikki varð sett aftur. Javnstøðunevndin hevði samband við Lærarafelagið og skúlaleiðsluna, og greitt var, at skúlin vanliga ikki gjørdi mun á fólki, sum vóru í barsil og altso í fleiri førum kundi vísa á, at leiðslan heldur javnstøðulógina §3 um starvsseting o.a.

Lyklaorð: Starvssetan, beinleiðis mismunur, barnsburðarfarloyvi

Niðurstøða: Nevndin metti at enda, at útsagnir frá bæði kærara og skúlastjóra, um at skúlin í fleiri førum hevur sett kvinnur, sum hava verið ella skulu í barnsburðarfarloyvi, undirbygdi útsøgnina um, at tað ikki vóru viðgonguviðurskifti sum gjørdu, at kvinnan sum kærdi ikki varð sett í starv.