Kæra sbrt. løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki

Status: Avgreitt

Evni: Beinleiðis mismunur, brek, lesandi

Ásetingar: § 1 í lóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki

Partur: Ikki upplýst

Nevndarlimir: Jón Harald Poulsen, Jórun Gardar, Helena Fríðheim, Mary Antonsdóttir og Leif Olsen

Ár: 2020

Avgerðardagur: 18. oktober 2021

Lýsing: Umframt at virkisøkið hjá Javnstøðunevndini er lógarfest við løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, hvørs endamál er at beina burtur allan mismun vegna kyn, er Javnstøðunevndin eisini kærumyndugleiki í løgtingslóg nr. 63 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki. Javnstøðunevndin fekk í 2020 eina kæru til viðgerðar í hesum sambandi.

Kæran kom umvegis Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum heitti á Javnstøðunevndina um at viðgera mál um sjúkrarøktarfrøðilesandi, sum kendi seg vera fyri mismuni vegna niðursetta hoyrn. Fróðskaparsetur Føroya metti, at tað var ikki gjørligt hjá tí lesandi at standa tann kliniska partin av útbúgvingini orsakað av niðursettari hoyrn, og tískil varð tann lesandi noktaður at fara upp til próvtøku.

Lyklaorð: Mismunur vegna brek

Niðurstøða: Javnstøðunevndin metti, at tann lesandi átti at fingið somu møguleikar sum onnur at sleppa til próvtøku, og at Fróðskaparsetur Føroya hevur ábyrgd av at skipa so fyri, at hetta ber til, eitt nú við at nøktandi umstøður verða fingnar til vega. Javnstøðunevndin metti tað sum brot á § 1 í lóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki, at tann lesandi var sloppin inn á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingina á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar. Sostatt gav Javnstøðunevndin viðhald í kæruni.

Uttanríkis- og mentamálaráðið ógildaði avgerðina hjá Fróðskaparsetri Føroya um at nokta tí lesandi at fara upp í próvtøku og gjørdi ikki meir við málið.