Kæra í sambandi við barnsburðarfarloyvi - viðhald

 

Status: Avgreitt

Evni: Beinleiðis mismunur, Barnsburðarfarloyvi

Ásetingar: Javnstøðulógin § 6, stk. 4; Javnstøðulógin § 6, stk. 5

Partur: Ikki upplýst

Nevndarlimir: Mai Laksáfoss Simonsen, Leif Olsen, Jórun Gardar, Helena Fríðheim og Mary Antonsdóttir

Ár: 2022

Avgerðardagur: 6. apríl 2022  

Lýsing: Málsnr. 21/07362. Tá ein kvinna skuldi byrja aftur til arbeiðis eftir lokið barnsburðarfarloyvi, fekk hon boð frá arbeiðsgevaranum um, at hon skuldi ikki longur røkja leiðarastarvið, sum hon hevði upprunaliga, men at hon í staðin varð flutt í annað starv sum vanligt arbeiðsfólk. Kvinnan klagaði til javnstøðunevndina, tí hon metti, at starvslækkanin var orsakað av, at hon var farin í barnsburðarfarloyvi, og at talan harvið var um mismun vegna kyn.

Lyklaorð: Beinleiðis mismunur, Mismunur vegna barsil, Endurgjald, Barnsburðarfarloyvi, Barsil

Niðurstøða: Javnstøðunevndin gav kvinnuni viðhald, tí nevndin metti, at arbeiðsgevarin hevði ikki lyft skerpaðu umvendu próvbyrðuna í málinum og soleiðis ikki prógvað, at starvslækkanin ikki var grundað á barnsburðarfarloyvið. Við tí grundarlagi staðfesti Javnstøðunevndin í síni avgerð, at arbeiðsgevarin hevði framt brot á Javnstøðulógina § 6, stk. 5.

Avleiðingin av, at arbeiðsgevarin hevði framt brotið varð, at arbeiðsgevarin skuldi rinda kvinnuni eina samsýning sbrt. Javnstøðulógini § 6, stk. 4., ið svaraði til løn í 25 vikur roknað eftir lønarstøðinum, tá kvinnan í 2021 fekk boð um, at hon ikki longur hevði leiðarastarvið.