Lógaruppskot økir um fíggjarligan kynsójavna

 

Gunnhild Persson, Bjørk Maria Kunoy og Brandur Mortensen Nolsøe frá Janvstøðunevndini.

Ætlanirnar um, at pengarnir skulu fylgja barninum, elva til størri lønarglopp millum kvinnur og menn.

Fyrr í vikuni varð Javnstøðunevndin kallað inn til fundar í mentanarnevndini at umrøða uppskotið hjá Fólkaflokkinum um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, eisini nevnt Pengarnir fylgja barninum. Uppskotið hevur sín uppruna í samgonguskjalinum frá 2019 millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Á fundinum gjørdi Javnstøðunevndin greitt, at hon tekur undir við endamálinum við uppskotinum, at barnafamiljum, sum bíða eftir dagstovnaplássi, tørvar eitt lyft, og at foreldur sum heild skulu hava frælsi og rásarúm til at skipa sítt familju- og arbeiðslív eftir egnum tørvi.

Men hetta endamálið eigur at røkkast á aðrar mátar, millum annað tí lógaruppskotið hevur ikki fyrilit fyri fíggjarliga ójavnanum millum kynini, sum rakar bæði foreldur og børnini. Tí mælti Javnstøðunevndin á fundinum til, at politiska skipanin heldur leggur doyðin á at dagføra barsilsskipanina og styrkja dagstovnaøkið, sum eru til fyri at tæna júst hesum endamáli.


Ein avleiðing av lógaruppskotinum verður, at fíggjarligi ójavnin millum kyn, sum tálmar bæði barnafamiljum og samfelagnum sum heild, økist.


Nógv bendir á, at tá foreldur skulu taka støðu til, hvørt teirra skal ansa børnunum heima, meðan hitt fer til arbeiðis, fellur valið aloftast á mammuna. Til samanberingar vita vit, at í Finnlandi, har tey hava eina skipan, ið líkist teirri, sum uppskotið rør fram undir, taka 80 prosent av barnafamiljunum av tilboðnum um at hava børnini heima í longri tíð. Og heili 90 prosent av hesum familjunum velja, at mamman fer heim við børnunum.

Sannlíka avleiðingin í Føroyum hevði verið tann, at kvinnur í enn størri mun fóru av arbeiðsmarknaðinum at ansa børnunum, meðan menn hildu fram at arbeiða. Hetta hevði havt við sær, at lønargloppið millum kynini vaks seg enn størri enn í dag. Uppskotið hevði sostatt ikki rættað skeiklaða kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum, heldur tvørturímóti.


Í Føroyum luttaka kvinnur og menn framvegis ikki í arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti. Meir enn onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð, meðan menn taka bara ein lítlan brotpart av samlaða barslinum. Tí forvinna menn munandi meir enn kvinnur. Men lønarmunurin kemst ikki bara av, at menn arbeiða meir. Harumframt eru umsorganarstørvini, sum kvinnur í stóran mun røkja, lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging.   


Sambært finskari gransking, hevur skipanin, sum veitir foreldrum í Finnlandi pening fyri at hava børnini heima í longri tíð, neiligar avleiðingar fyri bæði mammur - hvørs lønarlag og atgongd til arbeiðsmarknaðin versna - og fyri menningina hjá børnunum. Hinvegin eru ongar ábendingar um, at børn fáa skaða av at fara á dagstovn áðrenn tey eru fylt eitt ár. Vit vita harumframt frá grannalondunum, at neiligar avleiðingar kunnu standast av, at ov nógv børn eru heima í longri tíð.

Hvussu er og ikki, eru góðir dagstovnar ein treyt, skulu børn og foreldur stimbrast og trívast.

 
Allan Dalsgarð