Kvinnur útinna meira - men fyri minni

 

Hagtølini hjá Javnstøðunevndini vísa, at arbeiðsbyrðan er munandi tyngri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Hóast vit spakuliga flyta okkum fram á javnstøðuleiðini, ber samfelagið framvegis brá av siðbundnum strukturum, bæði tá hugsað verður um kynsmentan og arbeiðslív. Í gomlum døgum fóru menninir til arbeiðis, meðan kvinnurnar tóku sær av húsi og heimi. Soleiðis er ikki í dag; menn eiga nú ein part av barnauppalingini, og kvinnur luttaka eisini á arbeiðsmarknaðinum. Men hóast hesir kynsbundnu leiklutirnir eru vorðnir minni stirvnir, er arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn í dag framvegis ójavnt.

Sum úrslit av javnstøðukanningini, ið Javnstøðunevndin saman við Demokratia og Almanna- og mentamálaráðnum lat gera í samstarvi við Fróðskaparsetrið í 2023, finnast nógvar dátur, ið virka sum grundarlag undir arbeiðinum við at fremja javnstøðu í Føroyum. Við nýggjari vitan fæst betri innlit í, hvørji viðurskifti okkum tørvar at bøta um.

Fleiri av hesum viðurskiftunum umskarast, men hava tey á hvør sín hátt ávirkan á yviskipaðu javnstøðuna í samfelagnum. Tá av tornar kunnu vit tó siga, at javnstøðuarbeiðið snýr seg um gerandislív, trivnað og møguleikarnar hjá okkum øllum at gera dreymar og ynskir um til veruleika, uttan at okkara kyn er ein forðing.


Javnstøða millum kvinnur og menn er eitt fjøltáttað hugtak, men snúningsdepilin er samanspælið millum arbeiðslív og familjulív.


Tískil nýtti Javnstøðunevndin femifagnaðarvikuna í marsmánaði sum høvi til at seta ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn undir luppin. Tann 5. mars 2024 gjørdist Reinsaríið tí karmur um alment tiltak, har nýggj vitan og kjak vóru á breddanum. Saman við politikarum, serfrøðingum og áhoyrarum hugdu vit at ójavna arbeiðsbýtinum millum kvinnur og menn við støði í hagtølum, ið eru sprottin úr javnstøðukanningini.

Heri Joensen, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóður, sum gjørdu dátuinnsavnanina vegna Fróðskaparsetrið, legði fram úrvald hagtøl úr javnstøðukanningini. Síðani bar Erika Anne Hayfield, lektari í sosialvísindi og dekanur á Fróðskaparsetrinum, og sum er ein av granskarunum handan javnstøðukanningina, fram sínar hugleiðingar um tey fjaldu samfelagsviðurskiftini, sum ávirka okkara fatanir av ávísum javnstøðuspurningum, og sum harumframt ávirka okkara atferð hesum viðvíkjandi. Eftir framløgurnarhjá Hera Joensen og Eriku Hayfield, var politiskt kjak um, hvørji tøk skulu takast, fyri at vit í Føroyum fáa eitt javnari arbeiðsbýti millum kvinnur og menn.

Ójavna arbeiðsbýtið í dag

Í stuttum kann sigast um støðuna í dag, at kvinnur og menn luttaka ikki í arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti. Onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð – ofta til tess at kunna útinna ólønt arbeiði -, meðan flestu pápar í Føroyum bara taka ein brotpart av barslinum, sum eru tær fýra vikurnar, ið eru markaðar til teir. Harumframt er føroyski arbeiðsmarknaðurin sera kynsbýttur; í summum vinnum eru nærum bara menn, og í øðrum nærum bara kvinnur. Menn forvinna munandi meir enn kvinnur, og hetta kemst ikki bara av, at menn arbeiða meir - umsorganarstørv, ið kvinnur í stóran mun røkja, eru lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging.

Í Føroyum arbeiða menn fleiri løntar tímar á arbeiðsmarknaðinum enn kvinnur. Hinvegin arbeiða kvinnur fleiri óløntar tímar enn menn. Hetta býtið av arbeiðsuppgávum og arbeiðstíð endurspeglar ta sannroynd, at vit hava enn langt á mál. Tí kvinnur hava í stóran mun umsorganleiklutin í samfelagnum, meðan menn framvegis hava forsjónaraleikluturin, eins og í gomlum døgum. Hetta úrslitar í fíggjarligum ójavna millum kyn. Og eftir øllum at døma, gevur hesin ójavni seg serliga til kennar, tá familjulívið byrjar.

Hyggja vit at hagtølunum, er greitt, at ein høvuðstáttur, sum skumpar undir býtið av umsorganarleiklutinum og forsjónaraleiklutinum, er barnsburður.

Í Føroyum er vanligt, at bæði kvinnur og menn hava meira um at vera, tá børnini eru fødd, enn áðrenn. Men arbeiðsbyrðan veksur ikki líka nógv, ella á sama hátt, fyri kvinnur og menn.


Hjá kvinnum eru tað óløntar arbeiðsuppgávur, sum gerast fleiri, meðan menn heldur fara upp í løntum arbeiðstímum. Eftir barnsburð fáa kvinnurnar ta størru samlaðu arbeiðsbyrðuna - nærum 13 tímar meira enn menn hvørja viku -, og samstundis verður inntøkan hjá kvinnum munandi skerd.


Í politiska kjakinum, sum forkvinnan í Javnstøðunevndini, Bjørk Maria Kunoy stýrdi, luttóku Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Javnstøðumálum og Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðar- og barsilsmálum, umframt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Johan Dahl, løgtingslimir og fyrrverandi landsstýrisfólk í javnstøðumálum.

Øll fýra vóru tey samd um, at ójavna arbeiðsbýtið millum kynini er ein trupulleiki, sum serliga hevur óhepnar avleiðingar fyri kvinnur, og sum samfelagið skal loysa. Tó vóru tey ikki samd um hvussu, og í hvønn mun, vit sum samfelag eiga at bøta um viðurskiftini, heldur enn at lata broytingarnar henda av sær sjálvum.

Ovbyrjaðar kvinnur

Í framløgu sínari í Reinsarínum tann 5. mars 2024 vísti Heri Joensen á, at børn eru ein týðandi faktorur, tá hugt verður at býtinum av arbeiðsuppgávum millum kvinnur og menn. Hann greiddi millum annað frá, at børnini hava við sær. at ungar kvinnur gerast mest byrjaði samfelagsbólkurin.


Í tíðarskeiðinum, tá børnini eru heimabúgvandi, arbeiða kvinnur í aldrinum 30 til 44 ár heilar 80 tímar um vikuna í miðal, bæði lønt og ólønt. Tað eru 12,5 tími fleiri enn menn í sama aldursbólki. 


Heri Joensen, stjóri á greiningarfyritøkuni Lóður.

Harafturat vísti Heri Joensen á eina greiða gongd í hagtølunum viðvíkjandi býtinum av arbeiðstíð. Áðrenn børnini verða fødd, arbeiða kvinnur og menn umleið eins nógv. Í stuttum kann sigast, at tá børnini verða fødd, rakar hetta bara kvinnurnar fíggjarliga. Til samanberingar arbeiða men heldur tvørturímóti meira lønt arbeiði í tíðini eftir barnsburð enn frammanundan. Sambært búskaparkanningum hjá Barbaru Gaardlykke Apol frá 2022, gerst inntøkugjáin millum kynini heili 34 prosent í sambandi við barnsburð. Og nógv bendir á, at henda gjáin er lutfalsliga stór í Føroyum.


Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at lønarmunurin millum kyn er størri í Føroyum samanborið við hini Norðurlondini. Hetta kemst millum annað av, at burðartalið í Føroyum er hægri enn í grannalondunum. Tí eru kvinnur í Føroyum eisini burturi frá arbeiðsmarknaðinum í longri tíð í sambandi við barnsburð.


Tá flestu menninir í Føroyum sum áðurnevnt ikki taka meir enn tær fýra barsilsvikurnar, ið eru markaðar til pápar, er greitt, at tørvur er á einum javnari kynsbýti av løntari og óløntari arbeiðstíð, skal endamálið vera at minka um fíggjarligu avleiðingarnar, sum barnsburður hevur við sær fyri kvinnur.

Erika Anne Hayfield, lektari í sosialvísindum og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya.

Erika Anne Hayfield vísti við sínari framløgu á, at tað serliga eru ungar kvinnur, sum eru illa sperdar. Hyggja vit at kvinnum í aldursbólkinum 29 til 44 ár, er í miðal annarhvør arbeiðstími óløntur. Til samanberingar er bara triði hvør arbeiðstími hjá monnum óløntur. Hetta er greitt tekin um støðuna í dag: kvinnur eru ovbyrjaðar, tí tær skulu røkja bæði løntar og óløntar arbeiðsuppgávur, vísti Erika Anne Hayfield á:


“Onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð, og hetta er millum annað orsakað av stóru arbeiðsbyrðuni heima við hús.”


Og aftur her er støðan verri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum. Til samanberingar arbeiðir triðja hvør kvinna í Danmark niðursetta tíð. Men her er ein týðandi munur, at kvinnurnar í Føroyum arbeiða niðursetta tíð alt lívið, meðan kvinnur í Danmark bara gera tað í ávíst tíðarskeið knýtt at barnsburði. Sostatt forvinna kvinnur munandi minni enn menn, meðan tær eru í arbeiðsførum aldri, og hetta hevur eisini neiliga ávirkan á ellisdagarnar hjá kvinnum, av tí at tær ikki megna at spara nóg nógv upp til ellisárini. Hetta hóast kvinnur liva longri enn menn.

Kvinnum vantar umboðan

Samstundis sum at kvinnur í Føroyum eru ovbyrjaðar av at skula røkja bæði løntar og óløntar arbeiðsuppgávur, eru kvinnur eisini undirumboðaðar í politikki. Í dag umboða kvinnur niðanfyri ein triðing av løgtinginum, og beint omanfyri ein triðing í bý- og bygdaráðunum. Og ójavna kynsumboðanin er ein fólkaræðisligur trupulleiki, eins og ójavna býtið av arbeiði og valdi er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Eitt nú eru kvinnur í aldrinum 30-44, sum er mest ovbyrjaði samfelagsbólkurin, millum teirra við ringastu politisku umboðanini.


Skeiklaða myndin gerst serliga greið, um vit samanbera ungar kvinnur við best umboðaða samfelagsbólkin: menn í aldrinum 50-65. Meðan hesir menninir mynda heili 44 prosent av Føroya løgtingi, umboða teir bara 10 prosent av fólkatalinum.  


Sostatt er støðan hjá nógvum kvinnum í burðarførum aldri tann, at tær orsakað av nógvum óløntum arbeiði luttaka minni í politikki, og harvið hava tær verri møguleika at fáa ávirkan. Hetta fær í sær sjálvum stóra ávirkan á tær sum samfelagsborgarar.   

Ikki samsvar millum hugburð og atburð

Verandi samfelagsligu og politisku skipanir hava stóran týdning fyri javnstøðu millum kyn, tí við teimum verða karmarnir skaptir rundanum valini, sum vit sum kvinnur og menn taka í lívinum. Men ójavnstøða millum kyn snýr seg ikki bara um óløntar arbeiðstímar, politiska umboðan og annað, sum kunnu mátast og eyðmerkjast. Eisini er hugburður til hesi viðurskiftini, sum gevur ábendingar um kynsnormar og kynsfatanir, avgerandi fyri javnstøðu millum kyn. Í javnstøðukanningini sæst ein greið gongd, at millum tey, sum siga seg vera høgravend, er arbeiðsbýtið millum kynini ójavnari samanborið við tey, sum siga seg vera vinstravend. Ein onnur gongd, sum sæst í javnstøðukanningini er, at politiskur áhugi minkar í tráð við, at átrúnaðurin er stórur. Sostatt kann sigast, at størri átrúnaðurin er, tess ójavnari er arbeiðsbýtið millum kynini, og tess minni er áhugin fyri politikki og undirtøkan fyri størri javnstøðu.

Men eisini er áhugavert at samanbera hugburðin hjá fólki við, hvussu tey gera í verki. Tí hesi sampakka ikki.


Fyri mong er støðan tann, at hóast undirtøkan fyri javnstøðu hugsjónarliga er stór, er veruleikin ein annar, tá ið tað kemur til stykkis.


Langt er enn á mál á javnstøðuleiðini, bæði tá vit hugsa um karmarnar, sum okkara skipanir seta okkum, og tá tað ræður um kynsnormar og kynsfatanir. At hugburður í sjálvum sær er ein forðing, er kent í javnstøðuarbeiðinum. Eitt nú er tað framvegis ikki normurin, at menn eru leingi í barsli. Gamaní gerst hetta spakuliga meiri vanligt, men skulu vit halda fram at gera framstig, segði Erika Anne Hayfield at enda, er neyðugt at halda fram at kjakast, hugsa og grunda um javnstøðu. Tí, steðga vit at umrøða hesar spurningar, missa vit teir úr eygsjón, og tá heldur framgongdin uppat.

Ójavna býtið av valdi og umboðan millum kynini er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Og um vit halda, at kvinnur og menn hava frítt at liva, sum tey vilja, fara vit snøgt sagt skeiv. Tí vit kunnu bert velja frítt innan fyri teir karmarnar, sum lógarverk, samfelagsskipanir og normar seta okkum. Seta vit ikki spurning við hesar karmar, seta vit heldur ikki spurning við møguleikarnar um tað fría valið. Tí hesir karmar eru við til at halda kvinnum og monnum føst í teirri somu støðuni framyvir. 

 
Allan Dalsgarð