Kjakið hevur flutt hugburðin til fosturtøku

Síðan kjakið um fosturtøku kom fram í ljósmálan fyri fáum árum síðan, og eitt nú javnstøðunevndin mælti til, at kvinnan fær ræðisrættin innan fyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hava nógvar ábendingar verið um, at almannahugsanin um málið er broytt.

Skulu vit trúgva vísindakanningum og meiningakanningum, sum eru almannakunngjørdar seinastu árini, taka flestu fólk nú undir við lógaruppskotinum, sum Føroya løgting skal atkvøða um í næstum. Tó so er óvist, um meirilutin í løgtinginum ger tað sama.

Tó at breið semja javnt og samt hevur verið um, at fosturtøkulógin eigur at verða dagførd, hevur sjónliga kjakið um spurningin víst, at stór ósemja er í samfelagnum um, hvørt lógin skal liberaliserast ella halda fram at geva forboð. Tá ið uppskotið um at dagføra fosturtøkulógina í 2024 fall við jøvnum atkvøðum – 15 fyri og 15 ímóti - tagnaði kjakið aftur, men samtíðis ráddi ein kensla av, at umstrídda málið var óloyst.

Sannlíkt er, nú málið aftur er til viðgerðar, at drúgva umrøðan í samfelagnum hevur upplýst málið so mikið, at almenningurin er meira førur fyri at taka støðu til málið. Vaksandi undirtøkan fyri, at kvinnan fær ræðisrættin fram til 12. viku av viðgongutíðini, er helst eitt úrslit av nógvu almennu umrøðuni av fosturtøkuspurninginum hesi seinastu árini.

Vaksandi undirtøka
Ein tann mest týðandi ábendingin um, at undirtøka nú er fyri fríari abort fram til 12. viku í viðgongutíðini, stavar frá vísindagreinini Ímillum Frítt Val og Pro Vita: Ein kvantitativ kanning um fólksligan hugburð til abort í Føroyum, sum Herit Albinus, námslektari, og Heini í Skorini, PhD og lektari, góvu út í desembermánaði í 2024. Talan er um eina av sjey vísindagreinum, sum vórðu útgivnar í serútgávu av Fróðskaparriti hjá Setrinum undir heitinum Menniskjarættindi í Føroyum.

Í vísindagreinini verður greinað, hvat eyðkennir almennan hugburð til fosturtøkulóggávu í Føroyum. Tvær hugburðskanningar verða samanbornar - onnur gjørd í novemburmánaði í 2022 - sum var væl áðrenn fyrra uppskotið varð borið í løgtingið -, og hin í maimánaði í 2024 - um sama mundið sum at løgtingið skuldi atkvøða fyri uppskotinum.

Á myndini niðanfyri verða úrslitini frá báðum kanningunum samanborin. í 2022, sum er lutfalsliga stutt aftaná at fosturtøkukjakið kom fram í ljósmálan, søgdu 45 prosent av svargevunum, at tey tóku undir við uppskotinum, meðan 41 prosent tóku ikki undir við uppskotinum. 12 prosent svaraðu, at tey vistu ikki. 6 prosent tóku undir við, at fosturøka skal bannast.

Í 2024 søgdu 54 prosent av svargevunum, at tey tóku undir við lógaruppskotinum. 34 prosent svaraðu, at tey tóku ikki undir við uppskotinum. 6 prosent svaraðu, at tey vistu ikki. 3 prosent tóku undir við, at fosturtøka skal bannast.

Kelda: Vísindagreinin Ímillum Frítt Val og Pro Vita: Ein kvantitativ kanning um fólksligan hugburð til abort í Føroyum, útgivin í Fróðskaparriti 70 tann 4. desembur 2024.

Samanberingin vísur sostatt, at undirtøkan innan tvey ár vaks við 7 prosentum, meðan mótstøðan minkaði við 4 prosentum. Tey, ið søgdu seg ikki vita, minkaðu úr 12 prosentum í 6 prosent. Eisini tey, ið svaraðu, at fosturtøka skal bannast, minkaðu við eini helvt, úr 6 prosentum niður í 3 prosent.

Sambært greinin var serliga samanhangur millum svarini og ávísarnar átrúnaður og politiskur hugburður. Lítil munur var á, hvat kvinnur og menn svaraðu, og harumframt hevði útbúgving lítið at siga fyri hugburðin hjá svargevunum. Viðvíkjandi aldri var aldursbólkurin 30-44 ár í størri mun ímóti fríari fosturtøku fram til 12. viku samanborið við aðrar aldursbólkar.

Vísindagreinin Ímillum Frítt Val og Pro Vita: Ein kvantitativ kanning um fólksligan hugburð til abort, eftir Herit Albinus og Heina í Skorini, er tøk HER.


Tíðarmarkið avgerandi fyri støðutakanina

Vaksandi undirtøkan, sum omanfyrinevndu vísindaligu kanningar vísa, endurspeglast í eini røð av almennum meiningakanningum, sum Spyr.fo seinastu árini hevur gjørt eftir umbøn frá tíðindamiðlum.

Kanning, ið Kringvarpið gjørdi almenna í juli í 2022, vísti, at góð 49 prosent - størsti svarbólkurin - tóku undir við fríari fosturtøku, meðan góð 41 prosent hildu tað øvuta. Kanning, sum portal.fo gjørdi almenna í mars í 2023, víkur frá gongdini, tí av 500 spurdum tóku 42 prosent undir við fríari fosturtøku, meðan 45 prosent - størsti svarbólkurin - hildu tað øvuta. Kanning, ið Kringvarpið gjørdi almenna í januar í 2024 vísti, at av 500 spurdum tóku góð 54 prosent undir við fríari fosturtøku fram til 12. viku av viðgongutíðini, meðan 34 prosent svaraðu øvut. Kanning, ið varð kunngjørd í Sosialinum í september í 2025, vísti, at av 799 spurdum tóku 57 prosent undir við fríari fosturtøku fram til 12. viku av viðgongutíðini, meðan tað kemur ikki fram, hvussu nógv svaraðu øvut.

Tær báðar seinastu meiningakanningarnar, hvørs spurningar áseta, at talan bert er um fría fosturtøku fram til og við 12. viku av viðgongutíðini, vísa størstu undirtøkuna fyri at geva kvinnum ræðisrættin – ávíkavíst 54 prosent og 57 prosent. Hetta bendir á, at úrslitið ávirkast av, um spurt verður um fría fosturtøku innan fyri eitt ávíst tíðarmark. Hetta markið svarar til markið, ið lógaruppskotið, ið løgtingið aftur skal atkvøða um í næstum, ásetur.

Samsvarandi vísti gallup-kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi á heysti í 2022, at av 528 spurdum svaraðu 54 prosent, at tey tóku undir við fríari fosturtøku - eisini her avmarkað til 12. viku av viðgongutíðini.


Fosturtøka aftur á breddan á Femifagnaðinum 2025

Eftir at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, táverandi landsstýrismanni í lógarmálum, fall í 2024, læt til, at kjakið, sum hevði verið serstakliga sjónligt, aftur tagnaði. Umstøðurnar, ið guldu, tá uppskotið fall, reistu fleiri spurningar, millum annað orsakað av fráveru í løgtinginum og vantandi avtalu um clearing. Sostatt var støðan í løgtinginum til spurningin um at geva kvinnuni avgerðarrættin til at taka fosturtøku framvegis ógreið.

Av teirri grund skipaði javnstøðunevndin fyri tiltakinum ‘Uppskotið fall – hvat nú?’ í Perluni í Havn tann 7. mars í ár. Tiltakið var liður í Femifagnaðinum 2025.

Á skránni var framløga hjá Heina í Skorini, PhD og lektara á Setrinum, um niðurstøðurnar frá kanningunum av fólksliga hugburðinum til fosturtøku, framløga hjá Turið Nolsøe, PhD og postdoc á Syddansk Universitet, um føroyska kjakið um fosturtøku úr retoriskum sjónarhorni.

Eftir framløgurnar stýrdi Óluva Zachariasen sofapráti um, hvussu fosturtøkulógin kundi dagførast eftir at uppskotið var fallið. Luttakararnir, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og granskari, Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentafrøði, Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni og Sigrið Mohr Leivsdóttir, stjórnmálafrøðilesandi og nevndarlimur í Fríum Vali, vóru samd um, at málið átti at verða lagt fram aftur í løgtinginum skjótast gjørligt, bæði tí atkvøðugreiðslan, sum endaði á jøvnum, var merkt av, at ávísur løgtingslimur, ið áður hevði sagt seg vera fyri fríar fosturtøku, hevði onga avtalu um clearing fingið í lag, og tí hugburðurin til málið tyktist vera í broyting.

Regin Berg greiddi frá, at eitt lóggávuting vanliga gongur í hølunum á fólksliga hugburðin í samfelagnum, og at støðan í Føroyum viðvíkjandi fosturtøkuspurninginum er gott dømi um tað. Eisini nevndi Regin Berg leiklutin, sum føroyska løgtingsskipanin hevur. Tí var tað ikki soleiðis, at løgtingsslimir mistu atkvøðurættin við at gerast landsstýrisfólk, so var meiriluti fyri uppskotinum í løgtinginum. Turið Sigurðardóttir legði dent á, at tað var væntað, at munurin fór at vera lítil, tá atkvøðast skuldi um uppskotið, men at roynast skuldi umaftur, tí slík mál skulu ofta leggjast fram meir enn einaferð. Brandur Mortensen Nolsøe helt, at støðan í sjálvum sær var nógv broytt, tí tey fólkavaldu nú høvdu viðgjørt málið um fosturtøku og tikið støðu til spurningin, og tí var grundarlag fyri aftur at leggja málið fyri tingið. Sigrið Mohr Leivsdóttir legði aftrat, at hóast Frítt Val var vónsvikið av, at uppskotið fall, vóru eisini tekin um, at tað fer at eydnast samtykkja uppskotið í framtíðini, og at ávirkanin á kjakið seinastu árini væntandi fór at bera frukt.

Stórur áhugi var fyri tiltakinum, og áhugavert orðaskifti spurdist burturúr í fullsettu Perluni í miðbýnum í Havn.

Javnstøðunevndin: Ræðisrætturin hoyrir kvinnuni sjálvari til

Í sambandi við, at javnstøðunevndin varð boðin til hoyringar í Løgmálaráðnum um endurskoðan av fosturtøkulógini á heysti í 2023, gjørdi nevndin av at fyrireika seg so væl sum til ber, soleiðis at støða kundi takast til spurningin á einum sterkum fakligum grundarlagi.

Undan hoyringarfundinum skipaði nevndin fyri arbeiðsdegi, har spurningurin um fosturtøku varð lýstur úr fleiri fakligum sjónarhornum - bæði tí etiska, gudfrøðiliga, løgfrøðiliga, læknafrøðiliga, heimspekiliga, mýlalívfrøðiliga og mannfrøðiliga.

Kathrine Bang Lilleør, sóknarprestur og Ph.d. í gudfrøði, Turið Hermansdóttir, Ph.d. í mannfrøði, Noomi Gregersen, Ph.d. í mýlalívfrøði, Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og táverandi forkvinnan í javnstøðunevndini, Bjørk Maria Kunoy, ið eisini er løgfrøðingur, hildu upplegg um fosturtøku við støði í sínari fakligari vitan.

Eftir gjølliga viðgerð varð javnstøðunevndin samd um at mæla til, at kvinnan innanfyri eitt virðiligt og rímiligt mark skuldi fáa ræðisrættin til at velja fosturtøku.  


Greiði boðskapurin frá javnstøðunevndini er, at samfelagið hevur skyldu til at tryggja kvinnum møguleikan at velja fosturtøku á tryggum og upplýstum grundarlagi.


Hóast rættarstøðan sum kent framvegis er hin sama, tí eingin lógarbroyting er samtykt, er líkt til, at støðutakanin til spurningin um fosturtøku í samfelagnum sum heild er broytt. Síðani fyrra uppskotið fekk nógva umrøðu millum føroyingar, er fosturtøka sum kjakevnið vorðið minni tabu, og harumframt hevur málið fingið størri rúm á dagsskránni, bæði politiskt og samfelagsliga. Hetta skyldast einamest, at áhugafelagsskapir, politikarar og aðrir einstaklingar áhaldandi hava varpað ljós á evnið.

Almennu røddirnar, ið tala fyri, at ræðisrætturin skal liggja hjá kvinnuni, eru vorðnar alt fleiri í tali. Serliga skal hetta skiljast í sambandi við, at almennur fíggjarligur stuðul hevur verið veittur felagsskapinum Pro Vita, ið tala ímóti, at kvinnan sjálv skal hava rættin til at velja fosturtøku. Samtíðis hevur Frítt Val, ið arbeiðir til frama fyri, at kvinnan skal hava ræðisrættin, við sínum virksemi havt stóra ávirkan á kjakið. Eitt nú hava átøk sum “Vit hava tikið abort” verið við til at bróta tøgnina. Leikluturin hjá monnum í kjakinum er harumframt vorðin sjónligari í almenna rúminum - og í løgtinginum. Til dømis hava stívliga 700 menn skrivað undir stuðulsskriv undir heitinum Menn fyri fríum vali. Eisini hevur Framsókn alment staðfest, at flokkurin tekur undir við, at kvinnan fær ræðisrættin fram til 12. viku. Hetta var í kjalarvørrinum á, at ein meiriluti av tingfólkum floksins atkvøddi ímóti fyrra uppskotinum.

Úr javnstøðusjónarhorni hevur málið stóran týdning. Spurningurin um rættin til at velja fosturtøku á tryggum og upplýstum grundarlagi er ein spurningur um sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum. Hóast nógv ymisk atlit verða tikin, tá støða skal takast til fosturtøku, kann eingin annar enn kvinnan sjálv eiga endaligu avgerðina. Lógartryggjaður rættur til tess er ein fortreyt fyri, at kvinnur skulu luttaka í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við menn. Sjálvsavgerðrarrætturin er ein grundsúla undir javnstøðuni millum kyn.

Brandur Mortensen Nolsøe