Javnstøða og páparættur
Leisturin, ið vit hava skipað okkara samfelag eftir, gevur mammuni fyrimun í málum um samveru. Skal hetta fáast í rættlag, krevst, at umsorganarleikluturin í samfelagnum verður javnari býttur millum kvinnur og menn. Tá tað ræður um at staðfesta faðirskap, eru pápar fyri mismuni. Hesar eru høvuðsniðurstøðurnar eftir at javnstøðunevndin hevur kannað, um rættarskipanin hellur ímóti rættindum hjá mammum í sambandi við samveru við børn uttan fyri parlag.
Seinastu árini hevur Javnstøðunevndin fingið fleiri áheitanir, ið snúgva seg um støðuna hjá pápum í málum um foreldramyndugleika og samveru við børn, og um rættarskipanin í Føroyum hellur ímóti rættindunum hjá mammum í familjurættarligum málum.
Javnstøðunevndin hevur tí søkt sær serkøna hjálp at kanna, hvørji atlit verða tikin í málum um foreldramyngleika og samveru, tá foreldur fara hvør til sítt.
Hesin spurningur er greinaður á einum prinsipiellum stigi við serligum atliti at Foreldramyndugleikalógini, Faðirskapslógini og Barsilslógini.
Yvirskipað kann sigast um nevndu lógarkarmarnar, at hóast dagføringar í lógunum hava styrkt um javnstøðuna millum foreldur, tá tað ræður um foreldramyndugleika, er tørvur á at nútímansgera lóggávuna, ið viðvíkur staðfesting av faðirskapi og rætt til barsil.
Við tað at samfelagið hevur ment seg sosialt og mentanarliga, og krøvini til barnafamiljurnar eru stór, hava vit fyri neyðini, at samfelagsskipanirnar stuðla mammum og pápum í at finna eitt felags stev, soleiðis at tey fáa býtt umsorganarleiklutin javnari millum sín.
Tað er umráðandi at viðurkenna, at lógarverkið ikki er einasta forðingin hesum viðvíkjandi. Mentanarligir munir gera seg galdandi í samfelagnum, og kynsleiklutir eru ymiskir, millum annað tá tað ræður um foreldraleiklutin. Siðbundnir kynsleiklutir, sum partvís eru ráðandi ymsastaðni í samfelagnum, eru týðandi partur av atvoldini til, at mál um samveru ofta enda við at vera til fyrimuns fyri mammuna heldur enn pápan.