Noktað starvssetan vegna viðgongu

Status: Avgreitt
Evni: Mismunur, Starvssetan, Graviditetur/Viðgonga, Farloyvi, Barnsburður
Ásetingar: § 2, § 11
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Katrin Kallsberg, Guðrið Joensen, Niels Winther, Marjun T. Magnussen, Jónleif Johannessen
Mál:  
Ár: 2013
Avgerðardagur: 7. november 2013

Lýsing: Kærarin søkti eitt starv og helt seg út frá starvssamrøðuni hava fingið starvið.  Eina tíð seinri - men áðrenn hon skuldi byrja í starvinum - varð hon varug við, at hon var við barn, og hon fekk ikki starvið. Sambært stovnsleiðaranum hevði kærarin onga tilsøgn fingið um starvið og valdi sjálv at siga starvið frá sær.

Niðurstøða: Nevndin kann ikki taka stæðu í einum máli, har lærari og innkærdi eru so grundleggjandi ósamdir um, hvat er farið fram í málinum, og nevndin hevur tískil víst kæruni frá sær.