Noktað starvssetan vegna kyn

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Starvssetan
Ásetingar: § 2, stk. 3
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir: Kristianna Winther Poulsen, Guðrið Joensen, Esther Dahl, Marjun T. Magnussen, Leif Olsen
Mál:  
Ár: 2012
Avgerðardagur: 22. januar 2012

Lýsing: Ein kvinna hevði røkt eitt starv í eitt tíðarskeið og søkti starvið, tá tað varð lýst leyst. Kvinnan fekk ikki starvið; í staðin varð annar (mannligur) um søkjari settur í starvið. Kvinnan kærdi stavssetingina til Javnstøðunevndina, tí hon metti, at mismunur var farin fram vegna kyn, av tí at hon ikki metti umsøkjaran, sum fekk starvið, vera betur skikkaðan enn hana.      

Niðurstøða: Setanarviðurskfiti generelt eru ikki partur av málsøki nevndarinnar, og nevndin kann tí ikki meta um, hvørt ein umsøkjari er betur skikkaður enn ein annar til eitt ávíst starv. Nevndi metir, at soleiðis sum málið er upplýst, eru ongar upplýsingar um mismun vegna kyn í sambandi við setanarmálið. Kæran frá kæraranum kann tískil ikki gangast á møti.