Vantandi javnstøða í Føroyum

 
Screen Shot 2020-09-30 at 09.09.57.png
 

Føroyar hava bundið seg til tey 17 burðardyggu ST heimsmálini, harav mál nummar fimm er javnstøða millum kynini.

Í nýggjari kanning, Ymiskar fortreyti: Ein lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum, sum starvsfólkini hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi hav gjørt, hava tey hugt nærri at arbeiðsviðurskiftum, valdsbýti, familjuviðurskiftum og ognarviðurskiftum í føroyska samfelagnum, fyri at kanna, um kynini hava somu fortreytir og møguleikar.

Kanningin kemur til ta niðurstøðu, at inntøkumøguleikar og sannlíkindini fyri at koma í leiðslusessir ella valdsmiklar sessir hongur neyvt saman við, hvat kyn ein persónur er.

Les alla kanningina her!

Allan Dalsgarð