Set hesar dagar av

 
61568071_2283609095290585_4890857814630596608_o.jpg
 

11. og 12. juni er spennandi BARBERSHOP & ÚTNORÐURRÁÐSTEVNA á skrá. Tveir dagar har dentur verður lagdur á, hvussu menn kunnu gera sítt til at bøta um kynjavnvágina á arbeiðsplássum eins og við hús

11. juni | Barbershop: “MENN OG DREINGIR FYRI JAVNRÆTTINDUM MILLUM KYNINI” í Öström

Vanliga hava konufólk verið á odda í arbeiðinum fyri kynligum javnrættindum, og menn hava fyri tað mesta ikki verið við í kjakinum. Tiltakið "BARBERSHOP" eggjar monnum og dreingjum at vera við í arbeiðinum at fáa í lag javnvág millum kynini við betur at skilja, hvussu kynjavnvág ger einstaklingar eins og samfeløg før fyri at fáa fult gagn av teirri búskaparligu og sosialu kraftini, ið liggur í.

 
 
Barbershops are known to be a safe place for men to speak freely and be more open about what is on their mind, much like the locker room. Let’s bring the discussion here, let’s talk amongst ourselves about what we can bring to the table, how we can play an integral part in the movement of change, be champions of HeForShe
— Gudlaugur Thor Thordarson, Icelandic Minister for Foreign Affairs

12. juni | Ráðstevna: “KYNLIG JAVNRÆTTINDI VIÐ HÚS OG Á ARBEIÐSPLÁSSINUM” í Smæruni

Ráðstevnan fer at varpa ljós á væl eydnaðan almennan politikk, góðar gongdir í privata geiranum, akademiskt innlit í ágóðarnar av kynligari javnvág bæði við hús og á arbeiðsplássinum og teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina.

  • Meira kunning um barbershopkonseptið og barbershopamboðskassan heforshe: www.heforshe.org/barbershop

  • Skráin fyri 11. og 12. juni kann takast niður her


Samstarv, grundarlag og endamál

Tiltakið BARBERSHOP og ráðstevnan um kynlig javnrættindi við hús og á arbeiðsplássinum verða skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum. Fremsta málið er at skapa ein pall fyri áhugapartar at virka beinleiðis í arbeiði fyri javnrættindum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum og at skifta orð um nýggj framtøk og um javnstøðu millum kynini í Føroyum og Íslandi.

Tiltøkini eru grundað á átakið hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum “The Nordic Gender Effect at Work”, sum er í fýra táttum, ið sýna, hvussu stóran týdning tað hevur at gera íløgur í alment undirstøðukervi fyri at fremja javnrættindi millum kynini.

Ein táttur er at skipa barnsburðarfarloyvi við løn, bæði til mammu og pápa, atgongd til barnaansing fyri rímiligan penga um allan heim, at arbeiðstíðir verða smidligari, og at eins stórar íløgur verða gjørdar í menniskjaliga tilfeingið í mannligum og kvinnuligum starvsfólki fyri at stimbra javnrættindi millum kynini í allari leiðslu. Hetta, sum alt elvir til búskaparligar og sosialar fyrimunir.

Í Norðurlondum eru vit komin langt bæði alment og privat at viðgera mismun millum kynini og at bjóða bæði monnum og kvinnum eina javnvág millum arbeiði og frítíð. Kortini er nógv, ið framvegis krevur ábøtur, og samfelagið alt, sum tað er, má vera við í tí arbeiðinum.

Allan Dalsgarð