Nýtt átak um revsilóg og samtykki
Átakið SKIL SAMTYKKI er í dag farið av bakkastokki.
Átakið skal skapa tilvitan og upplýsing um nakrar ítøkiligar broytingarnar í revsilógini seinastu árini; broytingar, sum vit vita kunnu hava týðandi ávirkan á lívið hjá okkara ungdómi. Í stuttum ynskja vit, at okkara ungdómur og tey vaksnu, ið koma ungdóminum við, vita, hvat lógarbroytingarnar merkja í gerandislívinum hjá ungdóminum í Føroyum.
Ásetingarnar í revsilógini, sum nýliga eru vorðnar brotsligar, og sum verða settar í miðdepilin, eru hesar:
- Sex uttan samtykki - galdandi síðani 2022
- Kynsliga avnoyðslu (en. sextortion) og lokking (en. grooming) - galdandi síðani 2024
- Sálarligur harðskapur og tráfylging (en. stalking) - galdandi síðani 2025
Talan er um jaligar lógarbroytingar, hvørs endamál er at verja okkum øll, bæði tá ið vit eru á netinum og í sosialari samveru við hvørt annað. Men avbjóðingin er framhaldandi, at neyðuga kunningin til borgaran vantar. Ikki minst vantar kunning til børn og ung.
Staðfest er, at talan um ein átrokandi trupulleika. Avleiðingin av vantandi kunning gerst tíverri tann, at ung fremja lógarbrot av misgáum. Og ikki minst er eisini staðfest, at børn og ung í Føroyum enda í klørnum á fremjarum, ið gagnnýta talgildu amboðini, ið finnast á netinum.
Talgilda rúmið er ein inngrógvin partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum, bæði ungum og gomlum. Hetta krevur, at vit eru tilvitað um hesar vandarnar, og at vit taka okkum um reiggj fyri at verja børn og ung móti órætti; sama um órætturin er ætlaður ella kemur fyri av misgáum orsakað av vantandi kunning.
Boðskapurin í hesum átakinum er ætlaður ungum í miðnámsskúlaaldri umframt undirvísarum, foreldrum og øðrum vaksum, sum koma yngru ættarliðum við. Boðskapurin verður miðlaður soleiðis, at ung vónandi kenna seg aftur í málinum og tónanum. Við støði í veruligum dømum, og við samrøðum millum ung, framleiða vit málrættað tilfar til ávísu málbólkarnar.
Tað eru Sig Frá (Almanna- og bústaðamálaráðið), Javnstøðunevndin og Amnesty Føroyar, sum hava gjørt av at spræna nýtt lív í Samtykki-samstarvið, sum mong okkara kenna frá átøkum sum “Sex krevur samtykki” og “Mynd krevur samtykki. Saman við fleiri øðrum viðkomandi pørtum er tilfar ment til endamálið. Tilfarið verður at finna á sosialum miðlum og á heimasíðuni samtykki.fo, sum nú verður pallurin, har alt tilfarið verður savnað