MeToo - altjóða ráðstevna í Reykjavík

 
Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands, og Angela Davis, politiskur aktivistur, professari og rithøvundur

Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands, og Angela Davis, politiskur aktivistur, professari og rithøvundur

 

“I am no longer accepting the things I cannot change, but changing the things I cannot accept.” Orðini eigur Angela Davis professari, aktivist, co-chair til Womens March í Washington, rithøvundi umframt mangt annað

Javnstøðunevndin hevði í farnu viku umboð á áhugaverdari altjóða ráðstevnu í Reykjavík. Heiti var MeToo við undirevnunum #MeToo why now, #MeToo what next og #MeToo and the Nordic countries.

Við navnframum talarum, sum víðagitnu Angela Davis, Cynthiu Enloe, Emmu Holten, Gary Barker og Catherine Mayer snúði samrøðan seg um #metoo rørsluna. Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands, bað vælkomin við áminning um, at í øllum tú gert skal og má kynsspurningurin vera nærverandi. Soleiðis arbeiðir hon.

Á ráðstevnuni luttóku norðurlendsku javnstøðumálaráðharrarnir, sum høvdu ministarafund dagin fyri. Tíverri tók okkara landsstýriskvinna Elsebeth Mercedes ímóti sessinum sum landsstýrisfólk júst sama dag, og hevði tí ikki møguleika at luttaka, men umboð vóru fyri hana úr Almannamálaráðnum.

Hví fekk hon slíkt momentum í 2017? Hví vóru kvinnur um allan heim tilreiðar at práta alment um sjikanu og ágang? Hvørja ávirkan høvdu sosialu miðlarnir? Kunnu hastags gerast sosialar rørslur?

Hvat næst: Hvat sigur mótstøðan ímóti metoo rørsluni okkum? Fer metoo rørslan at elva til mentarnligar broytingar? Hvussu kunnu stjórnir svara aftur? Hvussu hava menn svar aftur, og hvat er tað sum skapar vreiði og mótstøðu? Hvat sigur metoo okkum um rættarstøðuna og rættvísi hjá kvinnum?

Hvussu speglast hetta í norðurlondum: Hvat kunnu norðurlendsku londini læra av metoo-rørsluni? Og hvat kunnu vit læra í mun til at taka við seksualiteti, uppruna, religión, etnisitet, aldri, førleika og kyni?

Harðskapur er ein farsótt. Og harðskapur er ikki ein einstakligatrupulleiki, ein kvinnurtrupulleiki. Harðskapur er ein samfelagstrupulleiki og ein samfelagsábyrgd og ongantíð trupulleikin hjá henni ella honum, hvørs rættindi eru álopin.

Lurta! var endaliga áheitanin. Vit lurta, vit lurta, vit lurta og so lurta vit eitt sindur meira.

Takk fyri megnar ráðstevnu #MeTooReykjavík!


Photocredit “BIG”

 
 
 
 
Allan Dalsgarð