Leiðbeining um viðgerð av klagum

 
 

Í leiðbeiningini verður greitt nærri frá viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini í kærumálum sambært javnstøðulógini.

Javnstøðunevndin er, sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki, partur av almennu fyrisitingini, og er undirløgd øllum viðkomandi ásetingum í fyrisitingarrættinum, harundir løgtingslóg um fyristingarlóg og løtingslóg um innlit í fyristingina. Eisini eru nevndarlimirnir, í tann mun nevndin virkar sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki, fevndir av viðkomandi ásetingum í kapitli 16 í revsilógini um brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a.

Javnstøðunevndin hevur eftirlit við, at løgtingslóg um javnstøðu millum menn og kvinnur verður hildin, sbr. § 9, nr. 1 í løgtingslógini.

Javnstøðunevndin kann taka upp mál, tá klaga er komin til nevndina frá fólki, sum heldur seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn, sbr. § 11, stk. 1 í løgtingslógini.

Eisini kann javnstøðunevndin taka upp mál av egnum ávum, tá nevndin hevur orsøk til at halda, at mismunur verður gjørdur vegna kyn, sbr. § 11, stk. 2 í løgtingslógini.

Umframt hetta er javnstøðunevndin klagumyndugleiki, tá klagur verða viðgjørdar um brot á løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.

Nýggja leiðbeiningin er tøk á lógarsavninum og kann lesast og takast niður her:

Leiðbeining nr. 8000 frá 11. januar 2023 um viðgerð av klagum hjá javnstøðunevndini

Allan Dalsgarð