Javnstøða er burðardygd

 
mai_laskafoss_simonsen.jpg
 

Nú er 8. mars og vit hátíðarhalda aftur Altjóða kvinnudagin. Tað er gleðiligt, at vit hava ein dag í álmanakkanum eyðmerktan til kvinnur, men hvat er endamálið við kvinnudegnum? Er hetta ein dagur, har vit skulu út at stríðast ímóti hvørjum øðrum – kvinnur og menn? Er tað neyðugt fyri at markera kvinnudagin? Tað haldi eg ikki. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, kvinnur og menn.

Men tað eru framvegis orsøkir til, at seta ljóskastaran á umstøður og rættindi hjá kvinnum júst í dag 8. mars, sum ST í 1977 markeraði sum Altjóða kvinnudag. Nógv er gott, nógv rættindi eru vunnin og nógv kann verða betri. Vit vita, at einki kemur av sær sjálvum. Vit njóta gott av teimum, sum hava gingið undan okkum, og minnast og hátíðarhalda tey kvinnudagin.

Vit kunnu vera errin av, at føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Europa fyri kvinnur og menn, ung og eldri. Vit kunnu eisini vera errin av, at Føroyar eru millum 10 tey fremstu londini í heiminum, hvat BTÚ pr. íbúgva viðvíkur. Kunnu vit koma enn longur? Ja, sjálvandi kunnu vit tað og brúk verður fyri hvørjum einasta føroyingi. Vit hava ikki ráð til vanahugsan. Vit hava ikki ráð til at missa nakran niðurímillum. Vit hava snøgt sagt ikki ráð at missa tað gullverdu arbeiðsmegina, sum vit vita liggur og bíðar hjá øllum teimum, sum ynskja at arbeiða meira. Her blaka vit stór virði fyri borð.

Umstøður og rættindi hjá kvinnum eru ikki bara ein grundleggjandi menniskjarættur, tað er eisini grundarlagið undir einum javnari, ríkari og meira burðardyggum samfelag. Vit hugsa ofta um havið og náttúruna, tá ið vit tosa um burðardygd, tí vit vita, at tilfeingið er avmarkað. Fólkið, kvinnur og menn, er tilfeingið, sum hevur nógv størri týdning enn fiskurin og náttúran. Vit eru ein av heimsins minstu tjóðum, ein mikrostatur. Sløk 53.000 fólk og 25.500 av hesum eru kvinnur. Vit eiga og mugu leggja okkum eftir at skapa karmar og umstøður, soleiðis at hetta týdningarmikla og avmarkaða tilfeingið verður gangnýtt burðardygt.

Tað liggur í okkara mentan at hugsa burðardygt, at vísa samfelagssinni og at vera nýskapandi. Hugsa vit 750 ár aftur í tíðina, høvdu vit seyðabrævið. Ein lóg um burðardygga umsiting av tilfeingi og um javnt býti millum fólkið. Í dag er Fiskidagaskipanin eitt dømi um føroyska nýhugsan til umsiting av tilfeingi. Skuldu vit ikki eisini verið før fyri at gjørt nýskapandi frambrot, tá ið tað ræður um okkara týdningarmesta og mest avmarkaða tilfeingi?

Starvsfólkapolitikkur í fyritøkum og stovnum, avtalur á arbeiðsmarknaðinum og skipanir sum barnsburðarfarloyvi og pensiónsskipanir eru týdningarmiklir partar av samfelagsbygnaði okkara. Tørvur er á nýhugsan í øllum hesum økjum.

Kanningar vísa, at um javnstøðu- og familjupolitikkur verður ein náttúrligur partur av starvsfólkapolitikkinum, verður arbeiðsavrikið og enntá úrslitið á botnlinjuni betri. Ein full arbeiðsvika er slakar 40 tímar, umleið 8 tímar um dagin. Men vit hava heilar fakbólkar, sum bara sleppa at arbeiða 6 tímar um dagin, hóast nógv teirra ynskja at arbeiða fulla tíð. Skuldu hesi ikki eisini fingið 8 tímars vaktir? Brúk er jú fyri øllum hondum.

Barsilskipanin í Føroyum er ein av heimsins bestu. Tað kunnu vit gleðast um. Vit síggja tó framvegis, at mammurnar taka 90 prosent av farloyvinum, og at tíðin við barnsburði hjá kvinnum kutar ein stóran bita av teirra lívsløn. Útgjaldið í barsilstíðini var hægri í 90-unum enn tað er í dag. Hetta átti at verið dagført. Eisini kundi barsilstíðin verið givin sum eit “klippikort”, sum mamman og pápin, og kanska enntá ein omma ella abbi kundu brúkt til barnið var eini fimm ára gamalt. Vit síggja slíkar skipanir í øðrum norðurlondum, so hetta letur seg væl gera og hevði bøtt nógv um trivnaðin hjá barnafamiljum.

Um barnsburðarviðurskifti og smábarnafamiljuviðurskifti vóru ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá fyritøkum og stovnum, fingu vit størri tilvitsku um “work-life-balance” hjá mammum og pápum á arbeiðsplássinum. Hetta hevði verið fremjandi fyri trivnaðin yvirhøvur og fyri produktivitetin upp á sikt og kanska eisini beinanvegin.

Pensjónsskipanirnar hava júst broytt útrokningargrundarlagið, so tað nú er tað sama hjá monnum og kvinnum. Hetta var eitt framstig. Vit síggja tó, at miðal pensiónsupphæddirnar hjá kvinnum liggja væl lægri enn hjá monnunum. Ein munandi partur av hesum muninum skyldast barnsburði. Er tað, at fáa børn, ikki ein týðandi partur av einum burðardyggum samfelag? Hevði tað ikki sømt seg, at givið kvinnum eitt stig upp á starvsaldrinum fyri hvørt barnið? Eg kendi ein stjóra í føroysku fiskivinnuni, sum helt fyri, at tann, sum er vanur við at jonglera, allar bóltarnar í eini barnafamilju, hevur fingið góðar førleikagevandi royndir. Hvussu hevði verið at avroknað hetta við lønarhækkan eisini?

Umstøður og rættindi hjá kvinnum eru ikki bara ein grundleggjandi menniskjarættur, tað er eisini grundarlagið undir einum javnari, ríkari og meira burðardyggum samfelag. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, kvinnur og menn. Tað er ikki kvinnur ímóti monnum. Tað er ikki eitt null-sum-spæl, men eitt pluss-sum-spæl. Tá ið kvinnur og menn ósmæðin tora at hugsa nýggjar tankar, kunnu vit saman skapa eitt burðardygt samfelag við breiðari sjónarringi, meira kreativiteti, størri vøkstri og javnari býti millum okkum, sum her búgva.

Eg vil nýta høvið her at takka øllum teimum, sum upp gjøgnum tíðina hava stríðst fyri at vinna kvinnum tey rættindi, sum vit njóta gott av í dagsins samfelag. Hetta eiga vit ikki at taka sum eina sjálvfylgju.

At enda vil eg ynskja øllum ein góðan kvinnudag.

Vinarlig heilsan

Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini

Allan Dalsgarð