FF20 | Javnstøða tvørtur um hav: Hvat kunnu vit læra av Íslandi?

 
87480145_2936638466358584_3649923938978365440_o.jpg
 

Ísland verður mett at vera eitt av teimum fremstu londunum innan javnstøðu í heiminum. Hví gongur so væl, og hvat kunnu vit í Føroyum læra av javnstøðuarbeiði í Íslandi?

Hesir og aðrir viðkomandi spurningar verða viðgjørdir, tá løgtingslimir, landstýrisfólk, miðlafólk, feministiskir felagsskapir og onnur áhugaði fáa møguleikan at hitta íslendsku Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóhannesdóttir úr IceFemIn og kjakast um javnstøðu og javnstøðupolitikk. Gunvør Balle hevur góðan kunnleika um íslendsk javnstøðuviðurskifti og fer at leiða prátið.

Vit fara at práta um alt frá javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, kyn og harðskap, hvaðani kemur mótstøðan móti javnstøðu, hvat kunnu vit læra av hvørjum øðrum og mangt annað. Høvi verður at seta spurningar og tað er lagt upp til, at fólk luttaka í prátinum.

IceFemIn, Icelandic Feminist Initiative, er ein bólkur av kvinnum við hollum royndum og vitan innan landsfyrisiting, akademia og vinnulív. Tær hava verið virknar í politikki og arbeiðinum fyri javnstøðu í Íslandi í fleiri áratíggju. Nú verður gjørligt at hoyra Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóhannesdóttir greiða frá sínum arbeiði og hugleiða um javnstøðuviðurskifti.

Skrá:

14.10 Solveig Hanusardóttir, Damudomi, bjóðar vælkomin
14.20 Gunvør Balle prátar við Danfríður Skarphéðinsdóttir og Sigrún Jóhannesdóttir
15.00 Spurningar og kjak
15.20 Endaligar viðmerkingar frá Danfríður og Sigrún
15.25 Takk fyri

Vælkomin til JAVNSTØÐU TVØRTUR UM HAV í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 6. mars klokkan 14-15.30.

Tiltakið á Facebook

#femifagnaður #FF20 #javnstøðatvørturumhav #IceFemIn #javnstøða

Allan Dalsgarð