Ein góð kvinnufyrimynd í 50 ár

 

Drotning Margretha er fødd 16. apríl í 1940. Hon kom í verðina sum ein sólstrála, bert fáar dagar eftir at seinni verðaldarbardagi var byrjaður. Hóast hon var fyrstfødda barnið hjá danska Fríðriki IX kongi og Ingrid drotning, var hon ikki krúnprinsessa, tí tað kundi ein genta ikki vera tá. Ikki fyrr enn í 1953, tá ið Margretha prinsessa var 13 ár, varð grundlógin broytt soleiðis, at ein genta kundi arva krúnuna. Hon gjørdist tá Krúnprinsessa.

Tá ið pápi hennara doyði 14. januar í 1972, gjørdist 31 ára gamla Margretha drotning og í dag hátíðarhalda vit, at hon hevur verið regentur í 50 ár. Uttan mun til, hvussu royalur ein er, so havi eg varðhugan av, at tey allarflestu eru samd um, at Margretha ‘hevur gjørt tað væl’. Nøkur lýsingarorð, sum javnan verða søgd um hana, eru, at hon er nærverandi, vís, skapandi og menniskjanslig.

Bylgjurnar hava tíðum gingið høgt rundan um hana, men hon kann sigast at hava verið robust og støðuføst. Ymist er, hvar denturin verður lagdur, alt eftir hvat eyga sær. Eg vil tó loyva mær at siga, at hon heilt víst er ein góð kvinnufyrimynd - bæði fyri ungar gentur og vaksnar kvinnur, sum ynskja at taka ábyrd, við leiðslu og vera við til at mynda samfelagið. Og so er hon eisini Ridder af Elefantordenen.

“Mange spændinger i dagens samfund stammer måske netop fra de samtaler, som aldrig finder sted.”

Soleiðis ljóðar eitt av sitatunum úr ‘500 citater af Dronning Margrethe’, ið júst er útgivin í bók, og er hetta vísdómur, sum tosar beint inn í okkara nýligu politisku kreppu.

Eg vil fegin ynskja Hennara Hátign Drotning Margrethu II hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum á trúnuni. Vit gleðast um at grundlógin varð broytt í 1953, soleiðis at ein genta kundi gerast regentur.

Mai Laksáfoss Simonsen
Forkvinna í Javnstøðunevndini

 
Allan Dalsgarð