Barnafamiljan rópar eftir rásarúmi

 
 

Um aðalendamálið við barsilsskipanini er at vera barnafamiljuni til gagns, er tíðin búgvin til, at skipanin verður dagførd, so hon endurspeglar tørvin hjá børnum og foreldrum í dagsins samfelagi. Barnafamiljan er okkara týdningarmiklasta tilfeingi og hevur uppiborið rúmligari livikor.

Eitt lítið fet fram á leið

Ætlanin hjá Landsstýrinum at hækka hámarks útgjaldið til foreldur í barnsburðarfarloyvi úr 25.000 krónum í 27.000 krónur er eitt lítið fet fram á leið. Hóast hetta er gleðilig broyting, sæst við røttum sjónarhorni, at talan er um so lítla hækkan, at hon valla ger nógv við stóra trupulleikan, at barnafamiljan hevur bráðtørv á størri rásarúmi. Fyri 20 árum síðani var hámarks útgjaldið 35.000 krónur, og tá varð frítíðarlønin løgd aftrat. Í 2004 varð útgjaldið skorið niður í 25.000 krónur. Eins og í 2004, verður frítíðarlønin í dag trekt av upphæddini. Umrokna vit 35.000 krónur frá árinum 2004 til dagsins prís, svarar upphæddin til umleið 45.000 krónur. Sæð í tí ljósinum er greitt, at komandi hækkanin av hámarkinum er lítil í mun til tað, hon kundi verið. Fram til 2004 fingu familjur barsilsgjald í 26 vikur, og síðani høvdu tær møguleikan at vera heima í 26 vikur afturat uttan barsilsgjald. Í 2004 var hægsta samlaða útgjaldið til eitt barnsburðarfarloyvi í eitt ár 270.000 krónur[1]. Í dag er tað 300.000 krónur.

Hámarkið aftur á rættkjøl

Barnafamiljurnar í Føroyum eru undir stórum fíggjarligum trýsti, og barsilsskipanin lættir ov lítið um støðuna, tí hon rúmar ikki tørvin hjá familjuni. Er inntøkan hjá pápanum hægri enn hjá mammuni, er fíggjarligi missurin hjá familjuni størri, um pápin fer í barsil. Hetta ger, at nógvar familjur velja, at mamman verður heima við børnunum, tí tað loysir seg best fíggjarliga. Í hesum førunum fær familjan ikki tikið hædd fyri, at mamman ynskir at arbeiða hesa tíðina, ella at pápin ynskir at vera heima við børnunum.

Tá almenna skipanin ikki leggur upp til, at pápar fáa ein týðandi umsorganarleiklut ta fyrstu tíðina í lívinum hjá barninum, hava vit ein strukturellan trupulleika. Nógvir pápar ynskja sær ein størri leiklut heima við hús, men fáa hann ikki av fíggjarligum orsøkum. Barsilsskipanin er sostatt við til at skeikla kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum, meðan lønarmunurin millum kynini heldur fram at vaksa.
Umstøðurnar hjá familjunum eru væl at merkja ymiskar, og tørvurin er somuleiðis eisini ymiskur í mun til barnið, foreldrini og arbeiðslívið. Men eitt samfelag, sum veruliga hugsar um barnafamiljuna, veitir henni rásarúm til at skipa sítt arbeiðs- og familjulív, sum hóskar henni best.

Og jú - at hækka hámarks gjaldið til barnsburðarfarloyvið, sum í dag er 52 vikur langt, kostar pengar. Men spyrt tú, um tað er ov dýrt, mást tú eisini spyrja, hvat vit fáa afturfyri. Hóast hámarkið eftir øllum at døma fer at hækka við 2000 krónum 1. januar 2023, verður mánaðarliga barsilsgjaldið framvegis alt ov lágt fyri barnafamiljuna, skal tað muna á javnstøðuøkinum. Landsstýrið átti at sæð júst hetta sum eina alneyðuga íløgu.

Barsilsdagar sum klippikort

Ein háttur at veita barnafamiljuni størri rásarúm, er at gera tað lættari at býta barnsburðarfarloyvið millum foreldrini bæði – eins og við einum klippikorti. Á tann hátt er hugsandi dømi, at mamman er heima hjá barninum fyrstu 14 vikurnar, og síðani býta foreldrini arbeiðsvikuna millum sín eftir tørvi – kanska helvt um helvt, kanska arbeiðir annað foreldrið fleiri dagar enn hitt. Ein slík skipan lættir avgjørt um trýstið á familjuni. Samstundis gevur ein slík skipan báðum foreldrum møguleikan at vera á barsli, uttan at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Ein slík barsilsskipan krevur, at eisini arbeiðsplássið ger sítt íkast. Men tá tað kemur til stykkis, hevði hetta verið ein góð og burðardygg íløga fyri arbeiðsmarknaðinum, og fyri samfelagið sum heild. Við minni strongdum starvsfólki, økist arbeiðsmegin í nútíðini og í framtíðini.

Týdningarmiklasta tilfeingið

Javnstøða snýr seg um at fáa eitt samfelag, ið rúmar ymisleika, og veitir øllum menningarmøguleikarnar til at liva út sínar dreymar. Hóast barnafamiljur eru fjølbroyttar, hava tær flestu tað til felags, at tær mynda tann mest trýsta samfelagsbólkin í Føroyum – bæði í mun til búskaparligt trýst, og í mun til arbeiðslívið. Tíðin í lívinum, tá børnini eru smá, er fyri mong tíðin, tá útreiðslurnar eru størstar. Hetta er ikki minst galdandi í dag, meðan bústaðarprísirnir eru ovurhøgir. Tað er eisini í hesum tíðarskeiðnum, at líka stór arbeiðsbyrða bíðar okkum heima, sum á arbeiðsplássinum.

Í tíðindunum hoyra vit um vaksandi bíðilistar hjá Barna- og ungdómspsykiatriini, og at alsamt fleiri børn megna ikki skúlagongdina. Kann tað hugsast, at ein orsøk til hesar álvarsomu trupulleikar er trýstið, sum barnafamiljurnar liva undir? Og áttu Føroyar ikki at givið barnafamiljunum rúmligari livikor - bæði tá tað ræður um fíggjarligt trýst og arbeiðstrýst? Íløgur í okkara týdningarmiklasta tilfeingi eru íløgur, sum løna seg.

[1] Umroknað til dagsins prísir. Tvs. at 35000 kr er faldað við 1,2857, sum er prístalið frá 2004 til 2022.

Allan Dalsgarð