Ársfrágreiðing 2018: Javnstøðuarbeiðið verður nú uppraðfest

 
Javnstøðunevndin mælir til eginkvotur heldur enn felagskvotur í barsilsskipanini, soleiðis at pápar kunnu fáa meiri tíð saman við børnunum og størri javnstøða verður millum kynini á arbeiðsmarknaðinum

Javnstøðunevndin mælir til eginkvotur heldur enn felagskvotur í barsilsskipanini, soleiðis at pápar kunnu fáa meiri tíð saman við børnunum og størri javnstøða verður millum kynini á arbeiðsmarknaðinum

 

Líka síðani 1994 hevur niðurstøðan hjá Javnstøðunevndini verið, at nevndin ikki fær gjørt sítt arbeiði til fulnar vegna vantandi raðfesting, orku og pening. Men nú er umsíðir ein uppraðfesting av javnstøðuarbeiðinum at hóma

Javnstøðunevndin hevur í dag kunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2018, har greitt verður frá teimum málum, ið nevndin hevur arbeitt við í 2018, eitt nú luttøku í kjaki, eftirlit við javnstøðulógini, kærur um mismun vegna kyn, luttøku í altjóða javnstøðusamstarvi, fyriskipan av tiltøkum o.ø.

Í fíggjarlógini fyri 2019 varð samtykt at leggja játtaninar fyri javnstøðunevndina og Demokratia saman og at økja samlaðu játtanina við 250.000 krónur, upp í 968.000 krónur. Við hesum eru útlit fyri, at ein verulig javnstøðuskrivstova kann skipast og virka fyri, at Føroyar verður á sama ella hægri stigi enn hini norðurlondini á javnstøðuøkinum.

Í 2018 hevur nógv kjak verið um barsilsskipanina og býtið av barsilstíðini millum foreldrini. Evnið hevur verið eitt heitt kjakevni, bæði á sosialum miðlum, í fjølmiðlunum og á tingsins røðarapalli. Ein av greiðu niðurstøðunum hjá Javnstøðunevndini er, at hon mælir til eginkvotur heldur enn felagskvotur í barsilsskipanini, soleiðis at pápar kunnu fáa meiri tíð saman við børnunum og størri javnstøða verður millum kynini á arbeiðsmarknaðinum.

Allan Dalsgarð