Arbeiðsmarknaðurin viðgjørdur í javnstøðubrillum

 
image0.jpeg

Mikudagin 15. september 2021 vóru gott 120 fólk savnað til eitt væleydnað javnstøðutiltak í Smæruni, har Javnstøðunevndin saman við Almannamálaráðnum legði upp til orðaskifti, vitanarbýti og kjak um arbeiðsmarknaðin við nýpussaðum javnstøðubrillum.

Prátið snúði seg um alt frá fyrstu tímunum hjá nýfødda barninum á føðideildini til pensjónir, frá tunlum til umsorgan og frá óløntum arbeiði til sjómannafrádrátt og lønarsamráðingar.

Loftið á barsilsútgjaldinum er (ov) lágt, kvinnurnar taka meira enn 90 % av barnsburðarfarloyvinum og rinda fíggjarliga við kassa eitt og tvey og alt lívið. Hagtølini eru greið, men hvat vilja vit gera við tað? Um yvirhøvur nakað? Serfrøðingar, politikarar og fakfólk høvdu øll hvør sítt íkast og fóru vónandi eins og vit heim aftur við styrktum javnstøðubrillum og áræði til at gera nakað við tær javnstøðuavbjóðingar sum eru á júst teirra øki.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss Simonsen, endaði við at siga, at vit eru eitt lítið samfelag, og ikki bara tí – men eisini tí, hava vit brúk fyri hvørjum einstaka av okkum. Arbeiðsmarknaðurin er svangur, borgarin og familjurnar skulu trívast og børnini skulu hava tað gott. Hetta er ein felags ábyrgd vit sum samfelag hava, og tað skal vera okkara vón, at vit framhaldandi fara at tosa NÓGV (meira) um javnvágina millum familju- og arbeiðslív. Ein javnvág, sum er neyðug, men sum avgjørt ikki kemur av sær sjálvum.  

 

 
Allan Dalsgarð