Javnstøðupolitikkur - tí tað loysir seg

- Vit hava ikki javnstøðu millum kynini og enn er langt á mál. Vit eru langt aftan fyri grannalondini. 

Hetta var greiði boðskapurin hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, tá ið hon í dag á tingi legði fram fráðgreiðing um virkisætlanina um javnstøðupolitikkin hjá landstýrinum.

Javnstøðuøkið er sera umfatandi, og skal nakað munagott fáast burturúr, er neyðugt at raðfesta nøkur ávís fokusøkir og gera ítøkilig átøk, sum kunnu setast í verk, stendur í virkisætlanini.

Tey fimm fokusøkini, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur raðfest, eru:

• Økja tilvitan um kyn og javnstøðu
• Javnstøða í arbeiðslívinum
• Menn og javnstøða
• Harðskapur og haturstala
• Betri lóggáva og halda altjóða sáttmálar

Virkisætlanin lýsir tey fimm fokusøkini og tær forðingar, sum eru fyri javnstøðu, og til hvørt fokusøki er ein røð av ítøkiligum átøkum, sum skulu virka fyri at minka um gjónna millum kynini.

Landsstýriskvinnan hevur arbeitt saman við avvarðandi landsstýrisfólkum, stjórnarráðum, stovnum, felagsskapum og øðrum, at gera átøk innan tey ymsu fokusøkini. 

Til samans eru orðað 27 ymisk átøk, sum myndugleikar og stovnar fara at seta í verk komandi fimm árini, og sum skulu virka fyri at minka um gjónna millum kynini. 

Spennandi verður at fylgja aðalorðaskiftinum, sum verður týsdagin 27. februar kl. 11.

Allan Dalsgarð