Okkara grannalond

scan_Nordiske%20flag146264.jpeg

Javnstøðunevndin hevur sett sær sum mál, at vit vilja vera á sama stigi sum okkara grannalond

Hyggja vit at yvirlitum og javnstøðubarometrum av ymiskum slag, hava tey, hóast so ymisk í skapi og stødd, tað í felag, at tey so at siga øll eru ímillum 10 tey bestu. Her undantikið Áland, Grønland og Danmark, sum eru eitt sindur longri niðri á teimum ymisku listunum. Í kassunum niðanfyri eru dømi tikin burtur úr rapport hjá World Economic Forum, ið kemur út hvørt ár. Rapportin rópast Gender Gap Report.

Hvørt ár letur WEF altso eitt Global Gender Gap Index úr hondum. Indexið er ein heildarmeting av, hvussu støðan sær út í 145 londum (av 195 í 2016). Føroyar, Áland og Grønland eru ikki íroknað. Talan er um mátingar av javnstøðu í fýra økjum. Tey eru:

  • Arbeiðsmarknaður, herundir luttøka, løn og møguleiki fyri at gera framstig

  • Útbúgving, luttøka í mun til kyn

  • Heilsa, herundir livialdur og lívsgóðska

  • Politisk ávirkan, herundir luttøka býtt á kyn og (møguleiki fyri) framgongd (advancement)

Global Gender Gap Index.  Havast skal í huga, at mátingarnar hjá WEF bara byggja á kvantitativ data. Somuleiðis eru støður, tá ið ójavni er soleiðis, at menn eru í minniluta, lýst sum eitt 100 prosent afturlatið gender gap. Hetta er sjálvsagt misvísandi og verður eisini kritiserað. Tó kann indexið nýtast sum eitt yvirkskipað yvirlit og vísa á ein part av allari javnstøðumyndini.

Global Gender Gap Index. Havast skal í huga, at mátingarnar hjá WEF bara byggja á kvantitativ data. Somuleiðis eru støður, tá ið ójavni er soleiðis, at menn eru í minniluta, lýst sum eitt 100 prosent afturlatið gender gap. Hetta er sjálvsagt misvísandi og verður eisini kritiserað. Tó kann indexið nýtast sum eitt yvirkskipað yvirlit og vísa á ein part av allari javnstøðumyndini.

Sum víst á myndini omanfyri eru okkara grannalond á fýra teimum ovastu plássunum. Danmark er nummar 19, og WEF metir tað at vera tað figureraða norðurlandið við minst javnstøðu. Danmark er frá 2015 til 2016 farið aftur frá at vera nummar 14 til at vera nummar 19 á heildarlistanum. WEF heldur, at barsilsskipanin í Danmark er ein høvuðsatvold til ójavnstøðuna, bæði tá ið hugsað verður um, hvussu nógvan barsil pørini taka hvør sær, og um hvønn reellan møguleika tey hava fyri at býta hann javnt ímillum sín.

Onnur yvirlit eru (millum annað) hesi niðanfyri:

  • Human Development Index

  • United Nations Development Programme

  • Gender Development Index

  • Gender Empowerment Measure

  • Human Development Report

  • The Social Insittutions and Gender Index (SIGI)

  • GID-DB

  • Wiki Gender

  • OECD

Men hvat er so tað serliga við hesum londunum?

Tað er altíð so ynskjandi at finna ein frymil ella okkurt slag av QUICK FIX. Tíverri er tað so, tá ið tað ræður um sonevnda javnstøðu - at einki quick fix er

Tað er neyðugt áhaldandi at motiónera, kjakast, krevja og ávirka orð, tankar og atferð. At broyta siðvenju er torført. Javnstøða er ikki bara eitt mál, men eisini ein miðil í sær sjálvum.

Tað er áhugavert at royna at skilja, hvussu t.d. Danmark skilir seg frá hinum Norðurlondunum í hesum sambandi. Okkurt bendir á, at tey takla tað øðrvísi og sæð við javnstøðubrillum (sum mál) vánaligari enn hini Norðurlondini. Danmark er nummar 19 hjá WEF. Ísland, Finnland, Svøríki og Noreg eru nummar 1, 2, 3 og 4. Sama er galdandi á indikatorunum hjá SID, UNDP o.s.fr. har Danmark somuleiðis er væl aftanfyri hini fýra Norðurlondini. Sjálvstýrandi økini eru sjáldan tald við, men eru tey tað, eru Føroyar ikki á nakrari topp 10-positión á nøkrum øki. Yvirhøvur hava vit vánaligastu støðu, tó viðhvørt frægari enn Áland. Sí m.a. Divaportal: Nordic Gender Equality in Figures (ANP2015:733).

Vit vita t.d. at Føroyar hava eitt methøgt tal á kvinnum, sum arbeiða skerda tíð, og vit vita, at vit hava metlítla kvinnuliga luttøku í politikki.

Vit halda harnæst, at siðbundin kynsspesifikk virði eru meiri nærstødd og sostatt ein størri partur av lívinum og gerandisdegnum í smáum samfeløgum sum Føroyum, og at ójavnin millum lønt og ólønt arbeiði av tí sama kann væntast at vera stórur. Vit halda, at kvinnur eru minni sjónligar í almenna rúminum enn menn, vit halda, at dreingir og gentur hava ymsar fortreytir í barnagørðum, skúlum og samfelagnum í síni heild, og vit halda, at einki grundarlag er annars fyri at halda, at vit skilja okkum positivt burtur úr hagtølunum, sum vit kenna úr okkara grannalondum. Vit vita tó, at okkum tørvar hagtøl.

Vit vita, at rúmlig opin samfeløg eru attraktiv. Vit vita, at har flest rúmast, støðast flest. Vit vita, at ein urbanisering fer fram í øllum londum, sum vit sammeta okkum við. Ein magnetur til stórbýarpulsin, har alt er loyvt, og alt ber til.

Haraftrat hava vit eina altjóða skyldu

Seinastu árini (serliga) eru vit vorðin eitt attraktivt ferðaland. Vit hava eisini enn einaferð søkt um fulla upptøku í Norðurlandaráðið (og fingið sýting red.). Vit fara til hoyringar í Genève, vit eru á ST-ráðstevnum, vit vilja spæla við hini og sleppa á heimskortið. Vit gera aftur eina roynd at evna okkara egnu stýrisskipanarlóg, vit hava okkara egna lóggávuting og landsstýri, lóggevandi og útinnandi vald. Vit gerast meira og meira sjálvbjargin.

Vit kappast ikki bara við okkara grannar, men við øll heimsins lond – bæði í fysiska og tykisheiminum. Okkara ungdómur ferðast líka nógv í globala-talgilda-heiminum, sum her millum meg og teg.

“Vit mugu vera við í heimskappingini um okkara ungdóm. Har er einki at diskutera.”

15 milliónir eru settar av til ferðavinnu, 460.000 krónur til javnstøðu. Hvussu nógv prosent er tað? Vita politikarar, hvussu stóran týdning javnstøða, fjølbroytni og margfeldni hava fyri trivnað og vøkstur í einum samfelag?

Tað krevur ikki nógva orku at finna vísindaligt tilfar um, hvussu býir og bygdir í okkara grannalondum verða avfólkað, ella hvussu hagfrøðin talar fyri einum ójavnum býti millum kvinnur og menn í útjaðaranum í okkara grannalondum. Vit eru ikki ein útjaðari. Vit eru eitt modernað samfelag - og modernað samfeløg hava javnstøðupolitikk, tilfeingi og fígging til økið – sjálvandi. Næstu síðurnar fara ikki at snúgva seg um, hvørt okkara grannar raðfesta javnstøðu, men hvussu. Somuleiðis hvussu økið er skipað í teimum respektivu londunum.

Her eru stuttar støðumetingar og lýsingar av, hvussu javnstøðuøkini síggja út hjá okkara grannum Íslandi, Noregi, Finnlandi, Svøríki, Álandi, Grønlandi og í Danmark.

Beinta Johannessen