Mismunur í sambandi við viðgongu og barsil

Status: Avgreitt
Evni: Beinleiðis mismunur, Samsýning, Starvssetan, Graviditetur, Próvbyrða, Farloyvi, Barnsburður
Ásetingar: § 6, § 12
Partur: Ikki upplýst
Nevndarlimir:
Fram til september 2015: Katrin Kallsberg, Guðrið Joensen, Niels Winther, Jónleif Joensen, Marjun T. Magnussen
Síðan februar 2016: Ólavur Ellefsen, Guðrið Joensen, Niels Winther, Lív Patursson, Súsanna Olsen
Mál:
Ár: 2015
Avgerðardagur: 21. mars 2016

Lýsing: Kærarin var í føstum starvi sum dagligur leiðari í eini fyritøku og fór í barsil. Tá hon kom aftur úr barsli, vóru starvsviðurskifti hennara broytt, soleiðis at m.a. var hon ikki longur dagligur leiðari. Kvinnan kærdi til Javnstøðunevndina.

Lyklaorð :Beinleiðis mismunur, Uppsøgn, Graviditetur, Próvbyrða, Barnsburður

Niðurstøða :Nevndin gevur ikki kæraranum viðhald í, at brot er framt á javnstøðulógina. Nevndin metir, at fyritøkan hevur lyft próvbyrðuna um, at broyttu starvsviðurskiftini ikki vóru grundað á barslið hjá kæraranum.